Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Norðoya Kunningarstovu: Grýlu- og spøkilsisdagar í Klaksvík

Maiken Steinberg

Tá ommur og abbar okkara gingu grýla.

Hósdagin 19. februar kl. 17 verður tiltak á Norðoya Fornminnasavni, har søgufróð eldri fólk frá dagtilhaldinum Sóljuni fara at siga frá, hvussu tað var, tá ið tey sum børn gingu grýla.
Eisini verður frá savninum greitt frá um henda gamla siðin, hvussu hann var í Føroyum fyrr, og samanborðið verður við aðrar líknandi siðir í útlondunum. 

Vónandi verða nógv fólk at síggja til hetta sera áhugaverda og spennandi tiltak

Hósdagin, 19. februar: kl. 17

www.visitnordoy.fo