Vit vilja við hesum minna á SKRIVIKAPPINGINA fyri barnabókarithøvundar
Send eitt handrit fyri 10. januar og tak lut í kappingini at geva út eina barnabók.
Í fjør summar bjóðaðu rithøvundafeløgini í Føroyum, Sámalandi og Grønlandi saman við NORDBOK (Norðurlendsku bókmenta- og bókasavnsnevndini) rithøvundum, sum skriva barnabókmentir á grønlendskum, føroyskum ella sámiskum, at verða við í skrivikapping.
Kappingin er fyri øll, sum skriva á føroyskum, grønlendskum ella sámiskum, og bæði royndir rithøvundar og óroynd eru væl komin at vera við í kappingini. Tilfarið, ið verður sent inn, skal ikki áður hava verið givið út ella hava verið virðislønt í aðrari kapping. Málbólkurin er 8 – 12 ára gomul børn, og tekstaslagið er barnabók, antin ein samanhangandi søga ella nakrar stuttsøgur (ikki myndabók, leikrit, yrkingar e.l.) Síðutal: í minsta lagi 25-30 normalsíður.
Trý handrit verða kosin at vinna, eitt á hvørjum máli, og tey verða so givin út bæði á sámiskum, grønlendskum og føroyskum. Rithøvundafeløgini og Nordbok fara at samstarva við forløg i teimum trimum máløkjunum eins og í Noregi, Svøríki og Danmørk um at geva út og týða handritini, ið vinna.
Handritið skal sendast fyri 10. januar 2007 til:
Nordbok
ABM-utvikling
Postboks 8145 Dep.
N-0033 Oslo
Norge
GG. Skriva ”Skrivekonkurrense” á brævbjálvan, og legg hjá ein annan afturlatnan brævbjálva, sum sigur frá navni, bústaði og kanska teldupostaddressu.
Ein dómsnevnd verður sett fyri hvørt av teimum trimum máløkjunum. Í dómsnevndunum fara at sita nøkur fakfólk, sum avvarðandi rithøvundafeløg velja. Vinnararnir verða kosnir í februar 2007.
Vilt tú vita meir: sí www.nordbok.org
Tú kanst eisini seta teg í samband við:
Marjun Syderbø Kjelnæs, Rithøvundafelag Føroya: marjun@webhiker.dk, tlf. 0045 23 74 23 05
ella
Niels Jákup Thomsen, Bókadeild Føroya Lærarafelags: bfl@bfl.fo, tlf. 317644




