Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum: Sambandsflokkurin metir eitt av høvuðsmálum flokksins at vera rokkið

John William Joensen

Nýskipanaruppskotið "Nýggjar tíðir", sum Sambandsflokkurin almannakunngjørdi í 1999, verður nú lagt til síðis. Flokkurin metir málið at vera avgreitt.

Sambandsflokkurin kann nú staðfesta, at tann kós, sum flokkurin stakk út í kortið í 1999 og sum greitt vísti, hvussu Føroyar kunnu vera eitt sjálvstýrandi land í ríkisfelagsskapinum, hevur fingið breiða undirtøku millum veljarar-nar og tískil eisini millum flokkarnar á løgtingi. Tí leggur flokkurin nú Nýskipanar-uppskot sítt í bunkan við avgreiddum málum.
Lógirnar um yvirtøkur og uttanríkispolitiskar heimildir, sum Løgtingið júst hevur samtykt, eru at kalla Nýskipanaruppskotið framt í verki. "Tað er gott at vita, at vit langt um leingi eru komin har til, at vit hava fingið loyst hetta málið, og tað frøir meg, at endaliga loysnin liggur so tætt uppat tí uppskoti, sum vit komu við fyri skjótt seks árum síðan", sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Hann vísir á, at orsøkin til, at vit eru komin higar, sum vit eru í dag, er góður samstarvs-andi millum samgonguflokkarnar og positivur samráðingarvilji millum Føroyar og Danmark.
"Viðurskiftini við Danmark eru nú dagførd sambært ynskjunum hjá Sambandsflokkinum og hjá einum breiðum meiriluta av Føroya fólki. Tá vit í næstum fáa eina nýggja stjórnarskipan eru vit komin á mál í hesi syftu. Vit  eiga tí at hyggja fram eftir og brúka orkuna til at stýra okkara landi trygt inn í framtíðina, heldur enn at keglast um fortíðina", sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.

Hóast Nýskipanaruppskotið frá 1999 nú er lagt til síðis, so ber framvegis til at lesa tað á heimasíðuni www.samband.fo.
Eisini ber til at síggja eina samanbering millum uppskotið og endaligu yvirtøkulógina og lógina um uttanríkispolitiskar heimildir.