Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum: Tað gav úrslit at halda fast við fiskapakkan

John William Joensen

Bjørn Kalsø noktaði at taka tvey lógaruppskot (fiskapakkan) aftur, hóast útlitini vóru vánalig fyri at uppskotini komu aftur úr vinnunevndini. Men á tingfundi beint undan hvítsunnu varð fiskapakkin samtyktur við 2. viðgerð.

Tann 19. apríl segði Bjørn Kalsø við Dimmalætting, at hann helt tað ikki vera rætt at knýta onnur mál uppí málið um fiskapakkan, og at hann fór ikki at taka uppskotini aftur. Og hetta gar úrslit. Løgtingið samtykti við 2. viðgerð í gjár uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski. Hesi bæði uppskotini, saman við tveimum kunngerðum liggja í tí sokallaða fiskapakkanum.
Endamálið við fiskapakkanum er at fáa meira av fiski uppá land í Føroyum, og semja var um málið í landsstýrinum áðrenn tað varð lagt fram. Men síðani hendi tað, at Fólkaflokkurin segði tað vera eina treyt fyri at taka undir við fiskapakkanum, at útrokningargrundarlagið fyri fiskidøgum skuldi verða broytt. Men Bjørn Kalsø vildi ikki blanda hesi tingini saman, men helt fast við, at hann vildi hava fiskapakkan ígjøgnum sum avtalað var, og tað gav úrslit.