Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum: Taka javnstøðuspurningin í álvara

(Norðlýsið – Tíðindi)

Sambandsflokkurin ger nú eina roynd at broyta kynsbýti á Føroya Løgtingi.

Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur sent eitt skriv út til veljarafeløg floksins, har hann heitir á feløgini um at bera so í bandi, at eins nógvar kvinnur og menn verða valevni fyri Sambandsflokkin á komandi løgtingsvali.

Kaj Leo Johannesen sigur í brævinum til veljarafeløgini, at hann hevur sett sær sum mál, at talið av kvinnum og monnum sum umboða Sambandsflokkin á tingi, skal verða líka stórt í 2012, og fyrsta stigið fram ímóti hesum máli verður tikið nú. Formaður Sambandsfloksins sigur tó, at flokkurin tekur ikki undir við, at lóggivið verður fyri kynsbýtinum. “Tað skal framvegis vera veljarin sum avger, hvørji umboð sita á tingi, men vit halda, at møguleiki skal vera at velja kvinnur, eins væl og menn inn á ting,” sigur Kaj Leo Johannesen.

Tað hevur mangan verið trupult at fingið kvinnur at stilla upp til løgtingsval, men sambært Kaj Leo Johannesen kemst hetta av, at leitað hevur ikki verið eftir valevnum fyrr enn stutt áðrenn freistin at lata listarnar inn er farin. Tí hevur hann heitt á veljarafeløg Sambandsfloksins um at fara í gongd við hetta arbeiðið beinan vegin.

Samanborið við okkara grannalond, er vit eftirbátar, hvat kvinnuumboðan á tingi viðvíkur. Einans 9 % av tinglimunum á Føroya Løgtingi eru kvinnur, og tað er munandi minni partur enn í okkara grannalondum.