Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Sláið Ring: Barnadansistevna í Skálanum 21. apríl 2007

Oliver Joensen

Tann 21. apríl verður Skálin karmur um eina barnadansistevnu við uml. 300 luttakarum. Tað er Sláið Ring, ið hevur biðið Klaksvíkar Dansifelag skipa fyri tiltakinum.

Stevnan
Síðan 2004 hevur Sláið Ring skipa fyri barnadansistevnu. Stevnan er ætlað børnum í skúlaaldri. Stevnan var í Tórshavn tvey tey fyrstu árini. Í 2006 var hon vestri í Vágunum. Í ár er tað Klaksvíkar Dansifelag, sum skal skipað fyri tiltakinum. Klaksvíkar Dansifelag er væl fyri á tann hátt, at teir eiga eitt hús, sum er stak væl egna til stevnuna. Har aftrat hava tey fingið Tekniska Skúla sum matarhøll. Eisini fara luttakararnir ein túr í Christianskirkjuna. Stevnan er leygardagin 21.apríl frá klokkan 11.00 til klokkan 15.30.

Børn úr øllum landinum
Fyrireikararnir vænta børn úr øllum landinum. Tað eru fleiri dansifeløg, sum arbeiða við barnadansi. Tá ein hugsar um, hvussu nógv ungdómurin skal til í dag, kunnu vit ikki vera annað enn nøgd við luttøkuna, siga tey, sum fáast við barnadans. Ungdómurin er sera nógv upptikin, og tí verður tað ofta í samband við eitt hvørt tiltak, at barnadansurin blómar. Barnadansistevnan er eitt tílíkt tiltak. Hon hevur til endamáls, at fáa børn og ung at varveita og menna áhugan fyri føroyska dansinum. Undanfarnu ár hevur stevnan eydnast stak væl. Fyrireikararnir vænta eins nógv børn til stevnuna í ár, sum hini árini.