Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Sláið Ring: Dansinátt í Norðurlandahúsinum

tíðindaskriv

Dansináttin verður fríggjakvøldið 6. juli klokkan 22.00.

Í fleiri ár hava Sláið Ring og Norðurlandahúsið skipað fyri eini dansinátt við føroyskum dansi.

Í ár verður Dansináttin fríggjakvøldið 6. juli klokkan 22.00.
Undanfarin ár hevur Dansináttin verið eitt leygarkvøld, og var tað eisini ætlanin í ár. Dagurin var settur til 7. juli, men 7. juli í ár er ein serligur dagur, tí hann kann eisini skrivast sum 07.07.07. Hetta hevur ført við sær, at fleiri hava gjørt av at giftast og halda brúdleyp henda dag, og tað førir so til, at fleiri av kvøðarunum verða upptiknir við brúðardansi. Tí er tað, at dansináttin er flutt til fríggjakvøldið 6. juli kl. 22.00.

Dansináttin er besta dansikvøld á summrinum, og vænta fyrireikararnir væl av fólki. Dansináttin er almenn og eru øll hjartaliga vælkominum at leggja leiðina framvið Norðurlandahúsinum.

Harleyfacadeacryl