Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Tjóðveldisfeløgunum í Eysturoy og Norðstreymoy: Søgulig- og politisk bráðpanna á Eiði 14. september kl. 1930

(Norðlýsið – Tíðindi)

Hósdagin 14. september vera 60 ár liðin síðani føroyingar á fólkaatkvøðu fingu høvið at gera greiðu á hvør politiska framtíðarstøða landsins skuldi verða. Valið stóð ímillum danskt stjórnaruppskot og loysing. Meiriluti var fyri seinra møguleikanum. Hesin seksti ára gamli vilji fólksins er framvegis ikki settur í verk, og fer dagurin at vera markaður og hildin soleingi Føroyar eru danskt hjáland.


 


Í hesum sambandi hava Eysturoyar og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag í felag valt at stevna øllum áhugaðum til fundar í EB-húsinum á Eiði hóskvøldið kl. 1930, bæði fyri at minnast dagin, fyri at ýta av frameftir og hartil verður møguleiki fyri at hoyra heldur óvanlig sjónarmið ein dag sum hendan.


 


Annfinnur í Skála, søgufrøðingur, sum umframt nógv onnur skrivlig avrik hevur lagt úr hondum bókina: Stjónarskipanarmálið 1946, keldur til Føroya søgu, fer at halda fyrilestur við støði í søguligu keldunum. Bæði teimum honum vóru kunnugar tá bókin varð skrivað, og keldum sum seinri eru komnar undan kavi.


 


Sambandstingmaðurin í Eysturoy, Edmund Joensen, sum eisini er løgtingsformaður, fer eftir umbøn at flyta fram røðu um síni og Sambandsfloksins sjónarmið viðvíkjandi fólkaatkvøðuni. Hann fer somuleiðis at hugleiða um hesi seksti árini, og hvussu hann heldur at samfelagið politiskt skal skipast frameftir.


 


Tingmaður Tjóðveldisfloksins í Eysturoy, Tórbjørn Jacobsen, og varamaður hansara á tingi, Olaf í Garði Joensen, av Eiði, fara at flyta fram røðu.


 


Kvívíkingurin Leivur Grækarisson fer at siga frá sínum minnum og upplivingum frá hesi hendaríku tíð í Føroya søgu.


 


Tónleikinum fer gjáarmaðurin, Jónsvein Olsen, at standa fyri. Hann er kendur frá tíðini tá ið hann og Birgir Nónsgjógv, sáli, plagdu at spæla og syngja saman og hugna um manga løtuna har fólk komu saman. Felagssangur verður eisini á skránni.


 


Fundurin er almennur, og einað verður lagt við, at øll eru hjartaliga vælkomin. Fólkaatkvøðan var fyri allar føroyingar. Soleiðis verður tað eisini við hesum fundinum, sum tey bæði grannafeløgini báðumegin Sundalagið í felag skipa fyri – á Eiði hóskvøldið.

Harleyfacadeacryl