Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Trygdarmiðstøðini: Trygdarskeið fyri smábátaeigarar

(Norðlýsið – Tíðindi)

Mánakvøldið og týskvøldið var skeið fyri 9 bátaeigarum úr Tórshavnar bátafelag.

Hetta er fyrsta skeiðið av sínum slag, og vit kunnu tí siga at bátafelagið í Havn og Trygdarmiðstøðin skriva søgu.
Mánakvøldið og týskvøldið var skeið fyri 9 bátaeigarum úr Tórshavnar bátafelag. Hetta er fyrsta skeiðið av sínum slag, og vit kunnu tí siga at bátafelagið í Havn og Trygdarmiðstøðin skriva søgu. Skeiðið er komi í lag í samstarvið millum bátafelagið og Trygdarmiðstøðina, og stavar frá einum ynski um at gera siglingina við smábátum tryggari.
Kartni Olsen, formaður í Tórshavnar Bátafelag, sigur at teir eru sera glaðir fyri skeiðið. "Vit hava leingi havt tað fatan, at tørvur er á at bøta um trygdina hjá smábátum. Vit vilja fegnir ganga undan at vísa á tiltøk til frama fyri smábátatrygd. Sjálvt um frítíðarsigling sjálvandi skal vera hugnalig og stuttlig, eigur ein eisini at hava í huga tann álvara sum býr í at fara á sjógvin. Avvarandi sita eftir heima, ella kanska eru kona og børn við á flot. Tá hevur ein ábyrgdina av meira enn sær sjálvum. Umráðandi er tí at báturin og útgerðin er í lagi, og at ein dugir at brúka útgerðin. Vit hava fingið ótruliga nógv burtur úr skeiðnum, og undirvísingin var framúrskarandi og eisini stuttlig. Vit vilja mæla øllum, sum fáast við bátar, at luttaka á einum tílikum skeiðið."
Skeiðið inniheldur nýtslu av bjargingarútgerð, sigling, fyrstuhjálp og eldsløkking. Alt innihaldið er laga til, soleiðis at tað skal vera so viðkomandi sum gjørligt fyri júst smábátar.
Sambært heimasíðuni hjá bátafelagnum, www.marina.fo, er ætlanin at burturluta ein gummibjargingarbát, millum teir fyrstu 25 sum luttaka á skeiðnum.
Til hetta hevur Gummibátatænastan lati ein nýggjan 4 pers. bát.
À Trygdarmiðstøðini eru vit eisini sera fegnir um samstarvið. Vónandi kann tiltakið hava við sær, at fleiri feløg og einstaklingar fara at taka hetta skeiðið til sín, trygdini á sjónum at frama.