Steðgar bilurin upp uttanlanda, bjóðar Tryggingarfelagið Føroyar nú føroyskum bileigarum ókeypis leigubil nærum beinanvegin.
Fyrr kom javnan fyri, at uppsteðgaðir føroyskir bileigarar bíðaðu fleiri dagar, áðrenn teir fingu annan bil at ferðast víðari við uttanlands. Hetta er nú søga. Nú kanst tú fáa ókeypis leigubil longu tríggjar tímar eftir, at tín bilur er komin á hóskandi verkstað uttanlands.
– Nýggju reglurnar hava við sær, at nógv fleiri føroyingar kunnu bjarga sær bilferðina, hóast bilurin steðgar upp. Nú ber til at koma skjótt víðari til frítíðarstaðin ella heim aftur í leigubili, sigur Edvard Heen, varastjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum.
Fyrr fekst tú ongan ókeypis leigubil, um tín bilur kundi verða umvældur á staðnum, áðrenn tríggir yrkadagar vóru farnir. Tók umvælingin júst tríggjar dagar, ja, so ráddi um at brynja seg við toli. Men nú verður nógv lættari at leggja til brots aftur. Sambært nýggju treytunum kanst tú longu fáa leigubilin, um tín bilur ikki kann verða umvældur í mesta lagi tríggir arbeiðstímar eftir, at hann er komin á verkstað. Reyða kortið gevur tær rætt til ókeypis leigubil í 21 dagar. Hetta er bert galdandi fyri tey, sum hava skrokktryggjað bilin ella annað akfar, sum vigar í mesta lagi 3 tons.
Reyða kortið, ið er partur av skrokktryggingini hjá bileigaranum, fevnir millum annað um startihjálp á staðnum, sleip til verkstað, og at bilur og ferðandi verða flutt heim aftur umvegis tilbúgvingarskipanina SOS International, um hetta er neyðugt.
”Tryggingarfelagið Føroyar fegnast um, at kunna bjóða kundum sínum enn betur tænastu”, sigur Edvard Heen.
————————-
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Petur Elias Petersen, marknaðarleiðara á telefon nr. 345 600 ella 21 55 69
Myndatekstur:
Reyða kortið er mest umfatandi bjargingarskipanin í Norðurlondum. Skipanin varð sett í verk í 1970, tá ið tryggingarfeløg tóku seg saman í eina evropiska trygdarskipan við felags treytum fyri øll. Nýggju avtaluna um Reyða kortið hava SOS International og Tryggingarfelagið Føroyar gjørt.
SOS International er fremsti hjálpar- og skaðafelagsskapur í Norðurlondum. Síðan 1961 hevur SOS International umsitið tænastu og hjálp vegna tey flestu norðurlendsku tryggingarfeløgini. Í dag eiga 22 norðurlendsk tryggingarfeløg SOS International.




