Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Framtaksfelagið Løkir keypir Farodane

Norðlýsið

Eftirkomararnir hjá Carl Herup Olsen, ið saman við øðrum stovnaði Farodane í 1950, hava selt meginpartin av sínum partabrøvum í fyritøkuni til framtaksfelagið Løkir.

Løkir eigur nú 76,3 prosent av Farodane. Stjórin, Rolf Herup Olsen, eigur 16 prosent og heldur fram í stjórastarvinum. Hini 7,7 prosentini eigur Anna og Carl Herup Olsen-grunnurin.

Familjan Herup Olsen hevur átt meirilutin í Farodane, síðan Carl Herup Olsen og sonurin Ólavur Herup Olsen keyptu øll partabrøvini í fyritøkuni í 1976. Nú triðja ættarlið, Rolf Herup Olsen, hevur tikið við leiðsluni, hava eftirkomararnir avrátt at fáa annan sterkan íleggjara at føra fyritøkuna víðari saman við verandi leiðslu. Tann íleggjarin er framtaksfelagið Løkir.

Nevndarformaðurin á Farodane, Ólavur Herup Olsen, sigur: “Tað er sjálvandi sorgblítt fyri familjuna at selja fyritøkuna, men hetta var eftir okkara tykki neyðugt, skal Farodane kunna menna seg uppaftur meira í framtíðini. Løkir er ein sterkur og visiónsríkur íleggjari og samstarvsfelagi, sum kann tryggja hesa menning.”

Stjórin og størsti eigarin eftir Løkir, Rolf Herup Olsen, leggur afturat: ”Farodane hevur eina ríka søgu, har vit støðugt hava megnað at flutt okkum við tíðini og marknaðinum, seinast eitt nú við Farodane City og Casa. Eg eri sannførdur um, at Farodane verður ein uppaftur sterkari samstarvsfelagi á føroyska marknaðinum, fyrst og fremst til gagns fyri kundarnar.”

Framtaksfelagið Løkir varð stovnað í november mánaði í 2006. P/F Krúnborg, P/F Føroya Banki og P/F Tjaldur eiga Løkir. Endamálið hjá felagnum er júst at keypa fyritøkur við góðum vakstrarmøguleikum og menna tær. Talan kann vera um fyritøkur, ið verða einskildar, hava tørv á kapitali fyri at vaksa ella standa fyri einum ættarliðsskifti.

Nevndarformaðurin í Løkir, Petur Háberg Jacobsen, sigur: “Vit eru væl nøgdir við at hava gjørt hesa íløguna. Farodane er ein sera væl rikin og fíggjarliga sterk fyritøka, sum hevur góðar vakstrarmøguleikar. Saman við verandi stjóra síggja vit nógvar møguleikar at gera Farodane uppaftur sterkari.”

Corporate Finance-deildin hjá Føroya Banka hevur staðið fyri allari ráðgeving í sambandi við keypið og søluna.

Farodane selur bæði KT-útgerð, skrivstovuinnbúgv, skrivstovutól og eigur skeiðsdepilin Kvasir. Fyritøkan ein av størstu KT-veitarunum til vinnulívið í Føroyum. Farodane heldur til í høvuðsbygninginum í Brekkutúni í Hoyvík, í Farodane City og Casa á Hálsi í Havn og hevur eisini hús til skeiðvirksemið hjá Kvasir.