P/F Smyril Line stendur framman fyri nýggjum inntøku- og vakstrarmøguleikum, nú felagið kann ogna sær meirilutan av partapeninginum í norska reiðarínum Fjord Line
Eitt nýtt og sterkt samstarv kann byrja, nú P/F Smyril Line kann gerast høvuðspartaeigari í norska reiðarínum Fjord Line. Smyril Line stendur í boði at seta pening í norska felagið, og føroyska reiðaríið hevur givið eitt treytað tilboð uppá hetta.
Myndin, sum nú vísir seg, er, at tær báðar ferðavinnu- og flutningsfyritøkurnar koma í sama samtak, eftir at umfatandi broytingar verða framdar í fíggjar- og ognarviðurskiftunum í feløgunum.
Størsta broytingin fer fram hjá Fjord Line. P/F Smyril Line skal ætlandi seta 50 norskar krónur mió. kr. í felagið og kann harvið ogna sær 66 prosent av partapeninginum. Fyrrverandi eigararnir, TFDS og Fjord1, seta eisini pening í og fáa 34 prosent av partapeninginum í sín part. Hetta merkir, at Fjord Line, tá handilin er avgreiddur, gerst dótturfelag hjá P/F Smyril Line.
Smyril Line stendur framman fyri nýggjum inntøku- og vakstrarmøguleikum. Saman við Fjord Line ber til at reka virksemið effektivt og við størri lønsemi, sigur Thomas Magnussen, nevndarformaður í P/F Smyril Line.
Nevndarformaðurin vísir á stórar fyrimunir við samstarvinum millum P/F Smyril Line og Fjord Line. Umframt at feløgini eru í sama vinnubólki, reka tey sama slag av skipum, ið sigla upp á Hanstholm og Bergen, og báðar fyritøkur marknaðarføra seg á sama marknaði.
Tilsamans verða 75 mió. norskar krónur settar í Fjord Line, og av teimum telur partapeningurin frá P/F Smyril Line 50 mió. norskar krónur, meðan gomlu partaeigararnir koma við 25 mió. norskum krónum. Ein partur av fíggjarligu nýskipanini í Fjord Line ber í sær, at partapeningurin, ið higartil hevur verið í felagnum, verður skrivaður niður á null. Allir partaeigarar fáa tó møguleika at seta nýggjan partapening í felagið.
Samstundis, sum P/F Smyril Line vil ogna sær meirilutan av partabrøvunum í Fjord Line, seta partaeigarar í P/F Smyril Line nýggjan partapening í føroyska felagið. Tilsamans er talan um 76 mió. kr., og tað eru Framtaksgrunnurin, Shetland Development Trust og Tryggingarfelagið Føroyar, ið seta peningin í felagið.
Við broytingunum gerst Smyril Line ein nógv størri og sterkari fyritøka enn áður. Skipini verða fleiri, rutunetið størri og inntøkumøguleikarnir betri. Við verandi positivu gongd í rakstrinum roknar felagið við, at virksemið gevur avlop í 2006, sigur Thomas Magnussen.
Umskipanin av Fjord Line verður løgd fyri partaeigarar felagsins til støðutakan á eykaaðalfundi, eins og partaeigararnir í P/F Smyril Line skulu góðkenna keypið av partapeninginum í norska felagnum.




