Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Fyrilestur um nýggja vón til hjartasjúklingar

(Hannefía Joensen)

Ólavur Thune úr Streymnesi er fyrsti føroyingur við Heartmate II. Henda uppfinning eigur lívið í honum, og ynskir hann tí at greiða fólki frá hesum møguleika, sum gevur nýggja vón til hjartasjúk.

Saman við serkønum á Ríkissjúkrahúsinum hevur hann gjørt eina framløgu á Powerpoint um mekaniska hjartað, sum er eitt frambrot fyri hjartasjúklingar. Framløgurnar verða týskvøldið í Eydnuni á Oyrarbakka og mikukvøldið í róðranestinum í Árnafirði.

Síðani 2003 hevur Ólavur Thune vitað, at hann er álvarsama hjartasjúkur, og at einasta vón fyri hann er eitt nýtt hjarta.

Ólavur visti, hvønn veg tað bar, tí tvær systrar hansara eru deyðar av hesi somu hjartasjúku. Varð ikki eitt hjarta til hansara nakað skjótt, so var deyðin vísur hjá honum eisini.

Síðani miðskeiðis í 2005 hevur hann verið búsitandi í Keypmannahavn, meðan hann bíðar eftir, at eitt hjarta verður tókt til hansara.

Í fjør fekk Ólavur tilboðið eitt mekanist hjartað, sum heldur honum á lívi, til eitt hjarta verður til tókt til hansara.

Hesum fantastiska møguleika vil Ólavur fegin greiða fólki frá. Saman við framløguni, hevur hann við sær eitt eyka Heartmate II, sum hann hevur fingið til láns frá Ríkisskjúkrahúsinum. Á fundunum verður høvi hjá fólki at síggja, hvussu eitt mekaniskt hjarta sær út. Eisini verður høvi at seta Ólavi spurningar.

Fundirnir verða:

· í Eydnuni á Oyrarbakka, týskvøldið 4. septembur klokkan 19.30.

· í róðrarnestinum í Árnafirði, mikukvøldið 5. septembur klokkan 19.00.

Í samband við tiltakið í Árnafirði koyrir bussur frá bókasavninum í Klaksvík klokkan 18.30.

Aftaná fyrilestrarnar verða kaffi og køkur at fáa. Øll hjartaliga vælkomin.

Heimasíðan hjá Ólavi Thune: http://www.123hjemmeside.dk/HeartMate2