Hóskvøldið tann 10. apríl kl. 19 skipar fyrireikingarbólkurin til fasta sambandið fyri kunningarfundi í Ósáskúlanum í Klaksvík, har Bergur í Garði nevndarformaður og Dávur Reinert Hansen stjóri í P/f Norðoyatunnlinum fara at greiða frá arbeiðnum við Norðoyatunnlinum.
Hesin kunningarfundur er ein liður í arbeiðnum hjá stýrisbólkinum, sum arbeiðir við at fyrireika Norðoyggjar til fasta vegasambandið undir Leirvíksfjørð.
Sum áður fráboðað, setti stýrisbólkurin herfyri ein arbeiðsbólk, sum skal lýsa ítróttar-, mentanar- og frítíðarmøguleikarnar í Norðoyggjum og koma við tilmælum um møgulig tiltøk á hesum øki. Eyðun Klakkstein er samskipari hjá hesum bólkinum.
Í løtuni verður arbeitt við at seta aðrar arbeiðsbólkar, sum skulu lýsa onnur viðkomandi øki og evni í Norðoyggjum.
Í Ósáskúlanum hóskvøldið kl. 19.
Tað verða formaðurin í nevndini í P/f Norðoyatunnlinum, Bergur í Garði, og stjórin í felagnum, Dávur Reinert Hansen, sum hóskvøldið fara at greiða frá arbeiðnum við Norðoyatunnlinum.
Fundurin er almennur øll eru vælkomin á fundin, har høvi eisini verður hjá fólki at seta fram spurningar og kjakast um hetta so týðandi evni.
Vónandi møta norðingar fjølmentir til fundin.
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




