Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Fyrireikingarnar av Norðoyggjum til Norðoyatunnilin eru farnar i gongd: Arbeiðsbólkur skal nú lýsa støðun í Norðoyggjum innan ítrótt og mentan

John William Joensen

Eyðun Klakstein er settur sum samskipari hjá tí fyrsta yrkisbólkinum, ið hevur til uppgávu at lýsa støðuna hjá Norðoyggjum á ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum. Fleiri slíkir bólkar verða ta komandi tíðina settir at lýsa onnur yrkisøki í Norðoyggjum.

 
Stutt undan ársskiftinum setti Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri niður ein stýrisbólk, sum skal arbeiða við at fyrireika Norðoyggjar til tað kollveltandi broyting, sum fasta vegasambandið um Leirvíksfjørð verður.
Umframt borgarstjóran, ið er formaður, sita hesir persónar í stýrisbólkinum: Rúni Heinesen skúlastjóri, Eyðbjørn Poulsen vinnulívsmaður, Eyðfinn Reyðberg sparikassastjóri og Heri Ellingsgaard umsjónarmaður.
John Færø býarskrivari og Heri M. Hammer  býarverkfrøðingur hjá Kl. Kommunu virka sum skrivarar og ráðgervarar hjá stýrisbólkinum.
Ætlanini er m.a. at seta arbeiðsbólkar innan ymisk yrki í Norðoyggjum, sum skulu kanna og lýsa støðuna á teirra øki og koma við tilmælum um møgulig tiltøk.
Eftir nakrar fyrireikandi fundir hevur stýrisbólkurin nú sett tann fyrsta  yrkisbólkin.
 
Eyðun Klakstein verður samskipari.
Fyrsta økið, sum nú skal lýsast  og kannast, er innan ítrótt, mentan og frítíð, har stýrisbólkurin hevur gjørt avtalu við Eyðun Klakstein journalist, at hann verður samskipari hjá hesum fyrsta yrkisbólkinum, sum væntandi verður mannaður við íalt trimum persónum.
Eyðun man verða einabest kendur í Norðoyggjum sum fótbóltsleikari hjá KÍ, har hann framvegis er virkin.
Hann hevur tí eitt nátúrligt innlit í viðrskiftini í ítróttarøkinum í Norðoyggjum.
Eftir fleiri ár sum virkin tíðindamaður fyri ymsar føroyskar fjølmiðlar, hevur Eyðun fyri stuttum lokið prógv sum journalistur. Hesar royndir hava givið honum holla vitan um eitt nú mentanar og frítíðarlívið. Eitt nú hevur hann seinnu árini gjørt nógv við at skriva um tónleikalívið í Føroyum.
 
Byrja við einum kunningarfundi.
Fyrsta tiltakið hjá arbeiðsbólkinum verður ein almennur kunningar- og kjakfundur, har øll áhugaði fáa møguleikan at bera fram hugsanir um hetta viðkomandi evni.
Hesin fundur verðu stutt eftir páskir.
 
Fleiri yrkisbólkar verða skjótt settir.
Í løtuni fyrireikar stýrisbólkurin seg til at seta aðrar arbeiðsbólkar, sum skulu lýsa onnur viðkomandi øki og evni í Norðoyggjum.
 
Steinbjørn O. Jacobsen
Borgarstjóri.
 

Harleywoodpaint