Danfish International ið er tann størsta fiskarímessan í norðurlondum verður hildin í Aalborg í døgunum 7. – 9. oktober
– Danfish International ið er tann størsta fiskarímessan í norðurlondum verður hildin í Aalborg í døgunum 7. – 9. oktober. Her fyriskipað sum ein bussferð við vitjanum í fiskivinnubýunum Hanstholm, Hirtshals og Skagen hvar umboð fyri vinnulívið taka ímóti og vísa hvat tey hava at bjóða uppá.
Tað er Globetrotter Tours ið skipar fyri áhugaverdu ferðini. Ferðast verður fram og aftur við Norrønu, og luksusbussur er við á allari ferðini. Skráin fevnir vítt við millum annað vitjan á Uppboðsøluni í Hanstholm, Royndartanganum í Hirtshals og Kartensens skipasmiðjuni í Skagen hvar føroyskur nýbygningur stendur í gerð um hetta mundið.
Messan verður hildin í Aalborg Kongres & Kultur Center hvar yvir 300 framsýnarar úr 13 ymiskum londum verða á 9000 m² stóra økinum.
Hetta er tann fyrsta í røðini av fleiri bussferðum ið felagið kemur at fyriskipa í næstum. Meiri um hetta seinni.
Skráin yvir ferðina er at síggja á www.globetrotter-tours.com, og áhugaði kunnu melda til á heimasíðuni ella við at ringja á tlf. 592025 innan 31. august.




