Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Hanus hittir Týr í Mentanarhúsinum

(Hannefía Joensen)

Konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 22. august kl. 21.

Eins og Pál Joensen, Katrin Olsen, Eivør og Teitur, hoyrir Týr við til teir føroysku úrmælingarnar, sum klára seg sera væl á altjóða palli. Teir hava spælt á nógvum festivalum og til ymsar konsertir bæði í Týsklandi, Hollandi, Noregi, Danmark og Bretlandi. Víkinga- og fólkametal fjepparar í hópatali hava sostatt hoyrt teir live, har teir hava framført góð gomul eins og nýggj løg.

Men hóast teir eru fløguaktuellir við Land, hava Týr ikki spælt í Føroyum síðani fløgan kom út, so føroysku fjeppararnir hava ikki verið eins hepnir, sum fjepparar í Europa. Men nú er eitt gylt høvi!! Týr vera ein stuttan støðg í Føroyum nú, og einasta konsertin á føroyska meginlandinum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 22. august kl. 21.

Altíð aktuelli og sera vælumtókti fólkatónleikarin Hanus G. Johansen, sum m.a. hevði eina framúr konsert á Summarfestivalinum, byrjar konsertina og fær áhoyrarnar í rætta hýrin at hoyra fólka-metal! Mentanarhúsið væntar at nógvir glaðir Týr fjepparar og Hanus-elskarar vera at síggja til eitt brak av einari dupultkonsert í Fuglafirði.

Atgongumerkini til hesa forkunnugu konsert vera at fáa í forsølu á Kunningarstovunum kring landið. Í forsølu kostar atgongumerki kr. 200, og við hurðina kosta tey kr. 250.

Samrøða við forsangarna í Týr Hera Joensen:

Týr gleða seg til fríggjakvøldið

Í sambandið við at Týr loksins koma til Føroyar og fara at spæla konsert saman við Hanusi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 21 fríggjadagin 22. august, hava vit práta við forsangaran Hera Joensen.

Týr góvu nýggju fløguna Land út 30. mai í ár. Hvussu hevur hon verið móttikin?

Heri Joensen: Fløgan hevur verið sera væl móttikin, hon hevur selt meira og skjótari enn hinar fløgurnar, bæði í Føroyum og uttanlands. Ummælini hava verið nakað misjøvn samanborið við tær báðar undanfarnu fløgurnar. Fløgan sigst av flestum útlendskum ummælarum at vera tann torførasta at lurta eftir, tann minst lurtaravinarliga fløgan, vit enn hava gjørt. Sjálvir eru vit stak væl nøgdir, bæði við sangskriving, framførslu og ljóð, og vit meina hetta er okkara besta fløga higartil.

Hvussu vilja tit annars sjálvir lýsa fløguna og tónleikin á henni?

HJ: Tónleikurin er tyngri, harðari og eitt sindur einfaldari enn fyrr. So eru eisini fleiri kvæði og vísur á hesari fløguni samanborið við hinar fløgurnar. Tað er kanska tað, ið ger hana tunga hjá útlendingum at njóta. Grundin, vit byggja á, er enn føroyskur og norðurlendskur tónleikaarvur og norðurlendskar fornsøgur úr gudalæru og úr søgu.

Tit hava spælt nógvar konsertir uttanlands. Hvussu hevur undirtøkan verið?

HJ: Undirtøkan hevur verið framúr góð flesta staðni, bæði á Evropeiska meginlandinum og í USA og Kanada. Kanska serliga í Kanada, har vit í mai í ár spældu tvær tær bestu konsertirnar hjá okkum nakrantíð, bæði viðvíkjandi framførslu og undirtøku. Annars eru okkara sterku marknaðir Týskland, Pólland, Finland, USA og Kanada, og tað er har, at vit merkja ta bestu undirtøkuna til framførslur.

Nær spældu tit seinast fyri føroysku fjepparunum?

HJ: Síðst vit spældu í Føroyum hevur verið í Apríl í fjør tá vit vóru í Føroyum í samband við tiltakið FlyFaroe hjá Atlantsflogi. Vit høvdu eina framførslu fyri innbodnum til tiltakið hjá Atlantsflogi, og tvær almennar konsertir, eina í Havn og eina í Trongisvági. Vit fáa nógvar áheitanir frá føroyingum um at spæla meira í Føroyum, men tað liggur sjaldan fyri, tíverri.

Tá vit spæla í Norðurlondum hitta vit sjálvandi nógvar føroyingar, kanska serliga í Reykjavík og Keypmannahavn, men uttanfyri Norðurlond minnist eg meg bara hava hitt ein einasta føroying, og tað var í Vien í Eysturríki. Har var ein ungur harri á konsert hjá okkum, ein ið lesur í Bratislava í Slovenia.

Hvat kunnu áhoyrarnir gleða seg til á konsertini í Mentanarhúsinum?

HJ: Vit hava glett okkum leingi at sleppa at spæla fyri føroyinum aftur, nakað vit gera alt ov sjáldan, so tað verur lív í og full ferð á allan vegin, so tað er bara at møta fjølment og vera við uppá tað ringasta.