Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Hvat ætla peningastovnarnar at gera fyri at fáa gongd á búskapin?

(Hannefía Joensen)

Nú Johnny í Grótinum er komin við góðum ráðum um fíggjarpolitikkin, fari eg at loyva mær at spyrja bankamannin Johnny í Grótinum: Hvat ætla peningastovnarnir at gera fyri at fáa gongd aftur á búskapin?

Tað er skilaleys stýring í fíggjarheiminum seinastu árini, sum hevur ført heimsbúskapin út í ringasta búskaparkreppu nakar veit um í nýggjari tíð. Almennu kassarnir hava sprænt hundarð tals milliardir inn í fíggjarheimin og politiska skipanin kring allan heimin hevur nú tikið á seg stóran váða fyri at bjarga fíggjarkervinum eftir at peninga- og fíggjarstovnar í skilaloysa hava stýrt seg út av eggini. Hvat ætla peningastovnarnir at gera fyri hesar milliarda innspræningar frá skattaborgarunum fyri at fáa gongd aftur á búskapin?

Argir, 10. juli 2009

Jóannes Eidesgaard

landsstýrismaður