Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: KÍ leikbannað Høgna Madsen

Hannefía Joensen

Klaksvíkar Ítróttarfelag góðtekur ikki atburðin, sum Høgni Madsen vísti við vøllin í dystinum ímillum KÍ og GÍ við Djúpumýru sunnudagin 13. mai 2007.

Felagið hevur givið Høgna Madsen leikbann í 3 dystir. Høgni hevur biðið leiðslu og leikarar felagsins um umbering. Leiðsla og leikarar hava tikið ímóti umberingini, og tískil hevur KÍ gjørt av ikki at burturvísa Høgna úr felagnum.

Mett verður, at tá ið fótbóltsspælarar eru heitir, er altíð vandi fyri at yvirreagera, og vísandi til, at Høgni stutt eftir dystin tosaði við leiðsluna, har hann bað um umbering, hevur leiðslan valt, at revsingin til Høgna, umframt leikbannið, skal vera ein sekt. Eftir leikbannið er upp til komandi venjaran, um Høgni Madsen aftur gerst partur av 1. liðshópinum.

Klaksvíkar Ítróttarfelag harmast um hendingina, sum felagið vónar ikki endurtekur seg við Djúpumýru.

Klaksvík tann 18. mai 2007

Klaksvíkar Ítróttarfelag

www.ki.fo

Harleyfacadeacryl