Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Kommunur í Norðoyggjum samdar um ellisheim

John William Joensen

Hvannasunds- Viðareiðis, Kunoyar, Húsa og Svínoyar kommunur eru komnar ásamt um at bøta uppá trupulleikan viðvíkjandi røktarheimsplássum í norðoyggjum.

Tíðindaskriv:
Vit hava seinastu tíðina hoyrt um tørvin á røktarheimsplássum í norðoyggjum.
 
Hvannasunds- Viðareiðis, Kunoyar, Húsa og Svínoyar kommunur eru komnar ásamt um at bøta uppá trupulleikan.
Hesar kommunur eru samdar um at byggja eitt ellis- og røktarheim í norðoyggjum. Kommunurnar eru samdar um at senda eina umsókn um stuðul til Heilsumálaráðið at byggja ellis- og røktarheim eystan Múla til 20 pláss.
Viðareiði, hin 27. januar 2006
Hvannasunds- Viðareiðis-, Kunoyar-, Húsa- og Svínoyar Kommunur