Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Listaframsýning

(Hannefía Joensen)

Jórun Dánjalsdóttir Poulsen letur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum mikudagin 19. september 2007, kl. 15.00.

Hon sýnir fram málningar og er framsýningin opin mánadag til hósdag kl. 08.00 – 16.00, fríggjadag kl. 08.00 – 15.00.

Jórun Dánjalsdóttir Poulsen er úr Havn og er fødd í 1949. Hon er útbúgvin á Håndarbejds Fremme Seminarium í Keypmannahavn. Harumframt hevur hon verið 1 ár á vevstovu við myndlist sum tema hjá Margrethe Agger, listakvinnu, eisini í Keypmannahavn.

Umframt at hava undirvíst í vevlist og myndlist við tekstili í 20 ár í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla hevur hon eisini undirvíst í 5 ár á Føroya Fólkaháskúla við denti á myndlist.

Hon hevur verið við á framsýningum í Føroyum, Danmark og Norra. Eisini hevur hon sett nógvar framsýningar upp, bæði við egnum verkum og verkum hjá øðrum, t.d. nógvar fotoframsýningar í Tilhaldinum í Havn, og nú seinast um Realskúlan í Havn – 1916-66.

Lágargarður í Havn og Ellisheimið í Vágum eru nakrir av almennu stovnunum, har Jórun Dánjalsdóttir Poulsen prýðir veggirnir við sínari list.

Eftir ein steðg í nøkur ár, hevur Jórun Dánjalsdóttir Poulsen verið á skeiði í málningalist og er hetta fyrsta framsýningin við málningum hjá henni.

Tá framsýningin letur upp verður tónleikur at hoyra. Rannvá Jacobsen fer at spæla guitar og syngja, m.a. løg, sum hon sjálv hevur gjørt. Framsýningin verður til 14. desember 2007. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Tórshavn, 17. september 2007
Mentamálaráðið

Harleywoodpaint