Í samstarv við sjómenn sum royna eftir hummara og øðrum fiskasløgum, fer Magn at skipa fyri fiskatorgi á parkeringsøkinum hjá Magn nú fríggjadagin.
Fríggjadagin millum kl. 16.00 og 19.00, verður fiskatorv á parkeringsøkinum hjá Magn. Umframt ymisk fryst og fesk fiskasløg, verður eisini livandi hummarar at fáa. Leiðarin hjá Magn í Klaksvík, Niclas Heri Jákupsson sigur, at hetta er ein roynd at gera eitt spennandi fiskatorg, soleiðis at norðoyingar og gestir kunnu keypa feskan fisk inn til vikuskifti. Vit eru grannar við allar bátarnir sum halda til á Stongunum, og tað er upplagt, at vit eisini kunnu samstarva um annað, enn bert olju og smyrjiolju. Vit reypa okkum eisini av, at vit eiga reinasta hav og tann besta fiskin, nú fara vit at vita, um áhugi er fyri tí. Um undirtøka verður góð fríggjadagin, so er meiningin at hetta tiltak skal verða aftur vendandi. Eg vildi yngst at undirtøkan bleiv so mikið góð, at hetta kundi verið hvønn fríggjadag í summar, sigur Niclas Heri at enda. Tað sum kanska er mest spennandi við hesum fiskatorvi, er at til ber at síggja og keypa livandi hummarar. Uppskriftir til hummarar liggja eisini frammi inni hjá Magn alt vikuskifti.




