Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍÐINDASKRIV: LivaSkriva 1,2,3.

Tíðindaskriv

Í vár skipar Føroya Fólkaháskúli fyri einum spennandi skriviskeiði fyri rithøvundar.

Í vár skipar Føroya Fólkaháskúli fyri einum spennandi skriviskeiði fyri rithøvundar.

Skeiðsleiðarar eru teir báðir Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, og siga teir hetta verða eitt mennandi og sosialt skriviskeið fyri rithøvundar, skipað sum eitt framhaldsskeið tvørturum trý vikuskifti, í mars, apríl og mai.

Fyrsta skrivivikuskiftið, 14-15.mars, fara høvundarnir á skeiðnum at fáa nøkur amboð til at koma í gongd við at skriva. Og har eru nógvir spurningar, sum skulu svarast:

Hvussu ger man persónar?

Hvussu skal eina søga, ein yrking ella onkur annar tekstur byggjast upp?

Hvat skal við í tekstirnar, og hvussu skal hetta skipast?

Er alt loyvt?

Ongin avmarking er fyri, hvat slag av teksti kann skrivast, og mátarnir at skriva ein tekst eru so nógvir. Tað fyrsta vikuskiftið fara vit eisini at gera nakrar skrivivenjingar til at venja seg at nýta hesi skriviamboð. Síðani verður ein steðgur í nakrar vikur til næsta skrivivikuskifti.

Í hesum steðgi skriva høvundarnir sínar tekstir heima, og so hava tey teir við til næsta skeiðið 18-19.apr. Vit lesa tekstirnar í felag, og viðgera teir øll í felag, soleiðis at øll kunnu koma við hugskotum um, hvussu tekstirnir kunnu gerast betri.

Síðani verður aftur ein steðgur í nakrar vikur, og tá ið høvundarnir koma aftur, 29-31.mai, hava vit fleiri tekstir við, sum somuleiðis verða viðgjørdir í felag, so vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum at mennast sum rithøvundar. Og tað ger tað ikki verri, at vit kunnu arbeiða og búgva og eta saman, í einum hugnaligum og heimligum háskúlaumhvørvi.

Vit ætla at enda hetta skeiðið við, at tey sum hava hug til tess, lesa sínar tekstir upp, á samkomu á Føroya Fólkaháskúla.

Sí 2 viðheftar myndir: HeinesenMyndir