Í samband við at Pf. Leif Mohr lat upp deildirnar LM Handilin og LM Veiting á Kambsdali fyri einum árið síðani, verður ársdagurin hátíðarhildin í hølinum hjá Leif Mohr á Kambsdali leygardagin 12. apríl, við ymiskum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin.
Skráin verður hendan:
Latið verður upp kl 10.00, borðreitt verður við ókeypis kaffi, køkum og onkrum leskiligum til børnini allan dagin.
Kl. 10.00 – 19.00 Listaframsýningin við Mariu Mørkøre
Kl. 14.00 kemur Angela at siga frá søgum og undirhalda børnunum.
Kl. 16.00 Konsert við bólkinum Orca. Bólkurin kom út við fyrstu fløguni fyri jól, og verður hetta teirra fyrsta almenna framførðsla. Tað heilt serliga við Orca er, at øll ljóðførini eru heimagjørd. Teir ið manna bólkin eru Jens L. Thomsen, Kári Sverrison, Bogi á Lakjuni, Jógvan Andrias á Brúnni og Ólavur Jákupson.
Kl. 17.00 Konsert við Martin í Grund við bólki. Martin er búsitandi í Onglandi, har hann nemur sær tónleikaliga útbúgving. Martin er sera evnaríkur sang, tónleika og lagsmiður, umframt at hann hevur sera undirhaldandi framførðslur.
Tiltøkini eru ókeypis.
Hølini lata aftur kl.19.00.




