Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Løgfrøði liggur i buktini

(Norðlýsið – Tíðindi)

Støðan hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi umrøðast á fundi

Á fundunum hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn í næstu viku, verður støðan hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í norðurlendska samstarvinum umrødd. Undan hesum fundum var orðaskifti um Norðurlenskt samstarv tískil á skránni á Fólkatingi í gjár, 24 oktobur. Allir flokkar luttóku, harumframt Høgni Hoydal. Flestu framsøgufólk umrøddu sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Flokkarnir søgdu seg stuðla økta føroyska sjálvstøðuga støðu í Norðurlandaráðnum, men løgdu samstundis dent á at føroysk luttøka á norðurlendska økinum skal fremjast innanfyri grundlógarinnar karmar. Danski ráðharrin í norðurlendskum samstarvi, Connie Hedegaard (K), segði millum annað:

”Ingen skal være i tvivl om, at der er en række formelle barrierer for fuldgyldigt medlemskab for de selvstyrende områder, bl.a. på grund af den danske grundlov”

Undan orðaskiftinum kom danski ráðharrin í norðurlendskum samstarvi við einari frágreiðing har tað millum annað verður víst til:

”Mulighederne for øget indflydelse vil formentligt, kun blive marginalt forbedret med et formelt medlemskab. De selvstyrende områders arbejde i Nordisk Råd og Nordisk Ministerråd går videre end, hvad der sædvanligvis forstås ved observatørstatus i Internationale organisationer… Der vil dog være mulighed for at give de selvstyrende områder større de facto indflydelse uden, at det vil stride mod Helsingforsaftalen og national lovgivning. Dette kan f.eks. gøres ved at, Danmark, Finland i Nordisk Ministerråd kan bemyndige en minister eller embedsmand fra de selvstyrende områder til at repræsentere landet ved et ministermøde eller embedsmandskomitémøde eller i forbindelse med formandskabsmøde. Dette vil dog kræve, at repræsentanten fra de selvstyrende områder bemyndiges som eksempelvis dansk embedsmand.”

Framsøgufólkini søgdu vilja arbeiða fyri øktari sjálvstøðugari støðu, men alt bendir tó á, at danska stjórnin ikki gongur føroysku umsóknini um fullan sjálvstøðugan limaskap á møti.

Brot úr orðaskiftinum, har føroyskur limaskapur verður umrøddur, eru viðheft

Norðuratlantsbólkurin