Hóskvøldið 11. oktober verður aftur møguleiki at koma lort í býin í Norðurlandahúsinum. Tá fer ein væl uppløgd Meyla saman við nýggjum og gomlum vinum á pallin at framføra enn eitt ógloymandi show við øllum, sum har til hoyrir.
STROK hevur gjørt av at endurtaka væleydnaða brakið frá í fjør, tá fleiri enn 2000 áskoðarar sóðu Lort í býin. ”Lort í býin-showið í Norðurandahúsinum er ferðmikið, fjølbroytt og framúr undirhald fyri alla familjuna”, skrivaði Sjúrður Skaale í ummæli sínum av Lort í býin í fjør.
Nýggir vinir
Meyla fer í ár á pallin saman við tí væl syngjandi S’marna, yvirklóka Dia Regin, plágandi Jógvan L. og mongum øðrum, at syngja, dansa og skemta sær – og áskoðarunum. Væl svingandi og evnaríku dansigenturnar vera sjálvandi eisini við og fara at seta sín serliga dám á Lort í býin.
Nýggir sangir
Meyla hevur ikki bara fingið nýggjar vinir, hon hevur eisini fingið fleiri nýggjar sangir. Sangirnir vera allir at hoyra á nýggju STROK-fløguni, sum kemur í handlarnar í november. Men fyrst skulu teir standa sína roynd í Norðurlandahúsinum.
Jú vit kunnu lova, at Lort í býin er blivið eitt ár størri, eitt ár betri og voksið við minst einum sentimetri.
Sýningar
Sýningarnar av Lort í býin vera hósdagin 11. oktober og fríggjadagin 12. oktober, báðar dagarnar klokkan 19.30.
Atgongumerki eru at fáa í Norðurlandhúsinum og Kunningarstovunum í Havn, Runavík og Fuglafirði. Eisini ber til at keypa atgongumerki á heimasíðuni www.nlh.fo.
Kostnaður: Limir í STROK-klubbanum, foreldur teirra og systkin 100 kr. hvør. Onnur 125 kr.
Stuðlað tiltakinum hava Tórshavnar kommuna, Burger King og Norðurlandahúsið.
Til ber at lesa meira um Lort í býin á heimasíðu okkara www.strok.net
Aftur til STROKs
Um 3000 haldarar kunnu gleða seg til komandi STROK-blaðið, sum kemur út á skúlarnar í næstu viku. Tey sum ikki enn hava teknað seg sum haldara, hava enn møguleikan at tekna seg á www.strok.net
Í nýggja blaðnum kanst tú millum annað lesa um ”Ríðilegu í Havnadali”, ”Børn og KT”, ummæli av nýggjum bókum, filmum og fløgum, og Gløggi Blobb sigur frá um Heystfagnað á Náttúrugripasavninum. Eisini er ein spildurnýggjur umhvørvisteigur hjá havnarottuni Ruskvu, ið er maskotturin hjá Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu.
Forsíðan er prýdd við vinnaramyndini av fotokappingini, Ársins summarmynd, hjá STROK. Tað er Sandra J. Gerðisá, ið gongur í 6. flokki á Tofta skúla, sum hevur tikið myndina av ”Sátukonuni”.
STROK-klubbin
Sum nakað nýtt fáa allir STROK-haldarar eitt limakort til STROK-klubban. Við STROK-klubbanum fæst avsláttur til øll tiltøk og konsertir, sum STROK skipar fyri, umframt í ymsum handlum og fyritøkum kring landið.
Sjálvandi fáa limir eisini avsláttur av atgongumerkjum til Lort í býin og nýggju STROK-fløguni, sum kemur út í november.




