Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Marjuni Jóanesardóttir í Leiklund í september

(Hannefía Joensen)

Komandi fríggjadag 7. september 2007 letur nýggj listarframsýning upp í Leikalund. Talan er um framsýning við myndum hjá Marjuni Jóanesardóttir

Marjun er fødd og uppvaksin í Havn, men hevur røtur úr Kallsoynni. Hon varð í 1984 útbúgvin ergoterapeutur og hevur í mong ár starvast í hesum yrki. Men hugurin hevur altíð verið til at fingist við tað skapandi og nú fæst hon við list burturav. Eitt nú hevur henni dámt væl at arbeiða við búnum og annað til sjónleik og tílíkt og er tað hon, sum hevur sniðgivið tey kendu trøllini: Trølla Pætur, ommuna og hini trøllini og eisini seyma nakrar av búnunum. Í løtuni fæst hon við eina senografi til Sjónleikarhúsið í Havn. Áður hevur Marjun haft listarframsýningar bæði í Smiðuni í Lítluvík og í Jinx í Havn

Til hesa framsýningina eru myndaevnini tilvera og náttúra – at alt spírar, blómar og doyr, og at vit sjálvi eru partur av náttúruni. Men eisini er eitt annað myndaevni gongur aftur hjá Marjuni og eru tað eyguni ella tað at hyggja. Í løtuni arbeiðir hon við vatnlitum, sum hon ikki hevur roynt fyrr, men heldur vera sera spennandi at arbeiða við. Eisini verða nakrar akrylmyndir við á framsýningini.

Í samband við at framsýningin letur upp verður móttøka, har høvi verður at hitta listarkvinnuna og har øll eru hjartaliga vælkomin. Leikalund bjóðar í hesum sambandi ein kaffimunn. Framsýningin verður annars hangandi til 4. oktober og er at síggja í vanligar upplatingartíð hjá Leikalund – mánadag til fríggjadag frá 10 til 17.30 og leygardag frá 10-13.


Leikalund

Harleywoodpaint