Á einum hátíðarhaldi í morgun handaði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, virðislønir til vinnararnar av navnakappingini hjá Heimarøktini og Serforsorgini.
Navnakappingin varð útskrivað fyri sløkum ári síðani. Útivið 400 uppskot komu inn frá umleið 200 kappingarluttakarum. Dómsnevndin fann 3 vinnandi uppskot.
Í morgun handaði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, virðislønir til fimm vinnarar:
1.
2.
3.
Marin Elisabeth Haraldsen, við Gjógv
Jens Marius Hentze, Tórshavn og
Høgni Mohr, Tórshavn
fyri uppskotið "Umsorg".
Tvey av vinnandi uppskotunum hava givið dómsnevndini íblástur til at smíða endaliga navnið:
Nærverkið
Nær skild orð, ið stuðla upp undir Nærverkið, eru:
Nærumhvørvi og netverk
Nærvera. Tað at vera til staðar og hjástadd
Nærkona. Kona, ið býr nær við og hjálpir við føðing.
Nærlagdur. At gera sær ómak, vera íðin og dugnalig (professionell).
Nærvinur. Ein serliga góður vinur.
Nærverkið skilur seg frá øðrum almennum tænastum við at skipanin veitir tænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum har sum hann býr.
Tórshavn, 25. september 2006
Regin Johansen
virkandi stjóri




