Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Nú fer Skótahjálpin at banka á dyrnar.

(Norðlýsið – Tíðindi)

Nú leygardagin fara skótar í øllum Føroyum at bjóða sína arbeiðsmegi fram til privatfólk og feløg. Tá byrjar árliga tiltakið ”Skótahjálpin”.

Skótahjálpin er eitt tiltak, har børn og ung taka eitt tak fyri at hjálpa børnum og ungum, sum á onkran hátt eru illa fyri. Tað gera skótarnir við at fara út til fólk og bjóða sær til at gera eitthvørt arbeiði fyri tey. Pengarnir, sum skótarnir fáa afturfyri, fara so til tvær vælgerandi verkætlanir, onnur í Føroyum og hin uttanlands. Harumframt fer ein triðingur av innkomna peninginum í ein tiltaksgrunn, sum veitir bráfeingisstuðul, tá tørvur er á tí, t.d. í sambandi við náttúruvanlukkur.

Í ár fer peningurin frá Skótahjálpini til at keypa Ælabogaorkestrinum, sum er eitt orkestur fyri menningartarnaði, ljóðføri, og til at byggja ein skúla fyri børn í bygdini Santibari í Norðurindia. Skúlin verður bygdur afturat einum barnaheimi, sum International Børnehjælp hevur rikið har. Meira fæst at vita um arbeiðið hjá International Børnehjælp í Santibari á heimasíðuni www.verdensboern.dk. Lisbeth Mortensen, ið er føroysk listarkvinna, ið samstarvar við International Børnehjælp, fer at fylgja verkætlanini, og Skótahjálpin fer at lata frætta fra henni, tá skúlin er bygdur. Santibari liggur í einum av fátækastu økjunum í India, og skúlin er ein týdningarmikil stuðul at hjálpa børnunum har at klára seg sjálvi í framtíðini.

Tiltakið byrjar leygardagin 21. oktober og endar tann 28. Allar skótasamskipanir í Føroyum luttaka í Skótahjálpini, og nevndin fyri hjálpina heitir á fólk um at taka væl ímóti skótunum, tá teir koma.

Uppgávur, sum fólk kunnu lata skótarnar gera, kann vera slíkt sum at vaska bilar, rudda tún og garasjur, vaska trappur, gera reint ella rudda innandura, lúka ókrút. Yvirhøvur alt arbeiði, sum ikki er ov tungt ella vandamikið hjá ungum fólki og børnum at gera. Skótarnir hava eitt arbeiðskort við sær, og tann, ið setir teir í arbeiði, skrivar so á kortið, hvat skótin hevur gjørt og hvør samsýning er latin. Soleiðis fær brúkarin altíð vissu fyri, at allur latin peningur fer til ætlaða endamálið.

Um fólk bert ynskja at lata stuðul beinleiðis til Skótahjálpina, ber til at senda pening til konturnar Føroya Sparikassi 495.687.9, Føroya Banki 465.521.6, Suðuroyar Sparikassi 405.019.4, ella Norðoya Sparikassi 495.280.9.