Í vikuskiftinum kemur út nýggj fløga. Fløgan eitur “Við vegin” og tað er Magni Christiansen úr Kvívík, sum syngur.
Tónleikurin er innspældur í Nashville, og sigst hetta at verða ein av bestu contryfløgunum, føroyingar hava givið út. Magni hevur áður givið út fýra fløgur.
Á fløguni eru 10 sangir. 4 eru kendir gamlir missiónssangir. Martin Joensen úr Vestmanna hevur skrivað tekstirnar til 4 sangir, Hilmar Jan Hansen hevur skrivað ein, og ein hevur Hjørleif Gaard umsett úr enskum.
Løgini til nýggju sangirnar hava Jákup Zachariasen og Magni Christiansen gjørt.
Í sambandi við útgávuna verða útgávukonsertir runt um í landinum. Tann 01.12.06 kl. 20.00 verður Magni í KFUM í Klaksvík har eisini verður høvi at keypa fløguna.
Fløgan kann keypast í handlum og kioskum runt landið frá mánadegnum 19. november og á heimasíðu okkara hmf@mission.fo
Prísur kr. 169,00.




