Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: P/F Wenzel til Klaksvíkar

John William Joensen

P/F Wenzel hevur ætlanir um at víðka um søluvirksemi í Klaksvík

Ætlanin er at seta ein mann burturav  at takað sær av søluni í Klaksvík, tað vil siga at  opið verður 4 dagar um vikuna, hvørjar dagar talan er um verður upplýst seinni.
Tað er ongin loyna at vit hava fingið fleiri nýggjar Fordkundar í Klaksvík og har um leiðir og vilja vit  fegnir økja um okkara tænastu har norðuri. Vit meta at við verandi upplatingartíðum sum er ein dag um vikuna, ikki er nóg fleksibul og nøktandi fyri verandi og nýggjar kundar.
Tískil hava vit eina lýsing í blaðnum ídag, har vit sóknast eftir tí rætta manni-/kvinnuni, sum kann verða við til at geva Klaksvíkingum/norðingum ein betri tænastu. Finna vit rætta viðkomandi, miðja vit ímóti at nýggja upplatingartíðin verður tikin í nýtslu skjótast tilberð.
P/f Wenzel heldur ídag til í frálíkum hølum, hjá Bil- og Dekkverkstaðnum v/ John Heinesen.