Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: RENNING: DAEWOO MARATHON CUP 2003

John William Joensen

Leygardagin 13. september skipar Ítróttafelagið Treysti fyri 2. umfari av Daewoo Marathon Cup 2003 í Klaksvík.

 Í fjør luttóku 65 rennarir í hesi kappingini. Teinurin hjá teimum vaksnu verður aftur hesaferð 5 km, á einum strekki sum skal rennast fýra ferðir. Kappingin byrjar og endar heilt har úti á Stoksoyravegnum. Runnið verður frá endanum av Stoksoyravegi niðan á Bumshamarsveg og heimeftir til Kelduskákið, har verður snara til vinstru omanaftur á Stoksoyravegin. Børnini renna eftir Torvgøtu og Stoksoyravegi. Børn -7 og -10 renna 700 metrar, meðan børn -13 og -17 renna 870 metrar.

Skrá :
Kl. 11.30 
Avheinting av startnr. hjá Pit-Stop
Kl. 12.00 
5 km vaksin (1985 ella fyrr)
Kl. 12.30 
Børn -7 ár  (1996 ella seinni)
Kl. 12.40 
Børn -10 ár (1993-1995)
Kl. 12.50 
Børn -13 ár (1992-1992)
Kl. 13.00 
Børn -17 ár (1986-1989)

Aftaná verður heiðursmerkini handaði á staðnum.
Støðan eftir fyrsta umfar, sum var í Havn fyri tveimum vikum síðani er tann, at hjá monnunum er Guttorm Sørensen fremstur, meðan Jonhard Larsen úr Treystinum nummar tvey og Sigurð Justinussen úr Bragdinum er nummar trý. Íalt 22 menn eru framvegis við í kappingini, meðan ongin kvinna luttók í Havn. Hjá veteranunum er Ólavur H. Olsen fremstur, meðan Henning C. Poulsen og Krisjan Christiansen eru ávikavist nummar tvey og trý. Teir eru allir úr Bragdinum.
Kappingin hjá børnum er eins og hjá teimum vaksnu samansett av fýra rennikappingum, men verða hesar tilsamans 4.219 metrar (ella 1/10 marathon) til longdar hjá børnum -13 og -17 og  2.109 metrar (ella 1/20 marathon) hjá børnum -7 og -10 verður samlaði teinurin). Vinnari av Daewoo Mini Marathon Cup verður so tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Eisini hjá børnunum verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3 samanlagt, tvs. bert børn, sum hava gjøgnumført øll fýra umførini, telja við í samlaða úrslitinum av Daewoo Mini Marathon Cup. Fyrireikararnir úr Treystinum leggja dent á, at rennikappingin leygardagin er fyri øll, og vóna teir, at luttøkan verður góð.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroyar, sum er: www.athletics.fo. Tilmeldingarfreistin á heimasíðuni er fríggjakvøldið á miðnátt. Luttøkugjaldi, sum er kr. 30 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn, skal flytast á konto 9865-101.947.8 innan leygardagin.