Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv, RFF: 33000 endurskin

(Norðlýsið – Tíðindi)

Teir 2300 næmingarnir, sum vóru við á Endurskinsdegnum savnaðu í miðal 15 endurskin í part.

Á Endurskinsdegnum 7. des, luttóku um 2300 næmingar úr 137 flokkum og 43 skúlum kring landið. Tilsamans vórðu savnað um 33000 endurskin. Í miðal savnaðu næmingarnir 15 endurskin í part.

Sum áður undirstrikað, hevur “Endurskinsdagurin 7. des” eittans endamál, nevniliga at fáa flest møgulig fólk, børn sum gomul, at nýta endurskin og harvið betra um trygdina á vegunum í myrku tíðini.

Kappingin, sum hevur verið fyriskipað í hesum sambandi, hevur minni at týða. Men hesin formurin at bera evnið fram er valdur fyri at skapa spenning og hann gevur eisini nógvar møguleikar at viðgera evnið, ikki bara í skúlastovuni, men eisini í fjølmiðlunum.

Sjálv uppteljingin av endurskinum hava lærarar staðið fyri og hetta hevur verið gjørt eftir leiðreglum frá RFF, sí viðhefta skjal.

Kunngjørt verður fríggjamorgunin 8. des millum kl 10 og 11, hvør ið verður nr. 1, 2 og 3. Hetta verður gjørt í tíðindaskrivið, sum verður sent til fjølmiðlarnar.

Eftir at næmingarnir hava dragsað øll hesi endurskinini í skúlarnar, so hava teir eina uppgávu eftir, nevniliga at:



BERA ENDURSKININI HEIM AFTUR OG HANGA TEY UPP Á VETRARKLÆÐINI HJÁ ØLLUM HÚSFÓLKUNUM – OG SOLEIÐIS ELVA TIL AT TEY VERÐA NÝTT.



Á endurskinsdegnum vóru nógvar myndir sendar til RFF og tær verða í næstum lagdar á www.rff.fo