SKIPALISTIN 2005 er nú at fáa um alt landið.
Hetta er sætta útgávan í røðini, sum nú telist millum mest seldu bøkurnar í Føroyum. SKIPALISTIN er ein sera hent bók, har tað ber til at finna álítandi upplýsingar um skip, sjógv og tí, sum har til hoyrir.
Grundhugsanin við Skipalistanum er at geva føroyingum eina bók, har føroyski skipaflotin verður lýstur við stórum og góðum litmyndum og tilhoyrandi upplýsingum. Skip og sjógvur eru óloysandi partur av føroyskum vinnulívi og mentan. Tí kann av røttum sigast, at Skipalistin bæði er eitt gott og hent amboð hjá teimum, ið arbeiða við ella hava áhuga fyri skipum og sjógvi, og er samstundis ein varði, sum ber boð um eina viðkomandi og livandi mentan í Føroyum.
Er eisini álmanakki
Í SKIPALISTANUM er eisini Føroyskur Álmanakki, sum sambært løgtingslóg skal vera umborð á bátum undir 20 brt. Hesin parturin hevur sjálvandi týdning fyri útróðrarmenn, men í kalendaranum ber eisini til at síggja ymiskar merkisdagar, flaggdagar og annað. Pláss er somuleiðis fyri at skriva persónligar viðmerkingar. Kalendari fyri 2006 er eisini við.
Stjørnufrøðilig fyribrigdi eiga sítt pláss í álmanakkapartinum, og her ber til at lesa um hvussu gongustjørnurnar standa í mun til sól og mána. Til ber at síggja, hvussu sólarmyrkingar ferðast um jørðina í 2005.
Streymviðurskifti
Tað er eingin føroysk bók, ið árliga hevur eins nógv tilfar um streymviðurskiftini um Føroyar sum SKIPALISTIN. Saman við vældámdu streymkortunum frá Browns finnur tú streymtalvu og streymkurvu, sum eru grundað á vanligu útrokningarnar frá mánastøðuni. Hetta er tað tilfarið, ið menn kenna best.
Afturat hesum hevur Skipalistin streymtalvu og streymkurvar, ið eru grundaðar á veruligar streymmátingar á Munkagrunninum. Í hesum partinum ber til at finna tíðirnar fyri vestfallskyrrindi og eystfallskyrrindi, men eisini fyri sjálvar broddarnar. Hetta er ein spennandi táttur, ið hevur roynst sera væl hjá teimum, ið hava fylgt serliga væl við streymviðurskiftunum kring Oyggjarnar.
Á sjónum
Tað er nógv, ið ein skal vita, tá ein fæst við skip og bátar, og her eru radio og samskifti kanska av serligum týdningi. SKIPALISTIN hevur áhugavert tilfar um radiopositiónsskipanir og nýtslu av VHF og annað. Her er talan eisini um tøkni, ið hevur týdning, um vandi er á ferð.
Aftur her hevur Skipalistin viðkomandi tilfar um hvussu farast skal fram, um skip ella fólk eru komin í neyðstøðu. Umframt neyðarkall og almenna bjarging verður eisini greitt frá, hvussu ein kann hjálpa, um fólk er komið iil skaðis, er í druknivanda ella hvussu ein neyðstaddur við frystingum verður upafturlívgaður.
Altjóða signalfløggini eru eisini við, og vilt tú vita hvussu siglt verður, tá maður er dottin fyri borð, er svarið eisini at finna í Skipalistanum.
Vitar
Tað er umráðandi at vita hvar vitarnir í Føroyum standa. Í SKIPALISTANUM eru sjálvandi nýggjastu dagføringarnar at finna. Eisini er ein talva, sum vísir hvussu væl ein viti kann síggjast í skiftandi sýni.
Útbúgvingar
Á føroyskum útbúgvingarstovnum kunnu nógvar góðar útbúgvingar nemast, ið venda sær til sjófólk ella onnur, ið koma at arbeiða innan eitt nú fiskivinnuna.
Í SKIPALISTANUM er tilfar frá sjómansskúlunum, Maskinmeistaraskúlanum og Fiskivinnuskúlanum. Eisini Fróðskaparsetrið bjóðar fram viðkomandi lestrargreinir. Í bókini finnast, upplýsingar um eitt nú upptøkutreytir, pensum, próvtøkur umframt upplýsingar um sjóvinnubrøv og annað.
Hagtøl og almenn vitan
Fyri tann, ið vil vita nakað um gongdina í fiskivinnuni og flotanum sum heild, eru hagtølini verd at lesa aftur og aftur.
Í almenna partinum er veður og vindur sjálvandi væl lýst, meðan tilfarið um mát, rúm og vekt er víðkað. Eitt nú er nýggj talva fyri støddarskiljing av fiski umframt opnur við ávikavist heimsins fløggum og ymiskum hentum knútum.
Tað er hent at leita fram nøvn fyri fisk, hval, kóp og sjófugl á ymiskum tungumálum. Tekningarnar um uppskering av grind eru nú vorðnar betri. Listarmaðurin Edward Fuglø gjørt endurteknað myndirnar eftir upprunamyndunum hjá Kristoffer Kristoffersen, sála. Í afturvendandi opnuni við djóramyndum eru hesaferð óvanlig og forkunnug fiskasløg, sum eru fingin undir Føroyum.
Skipalistin
Hetta er kjarnin í SKIPALISTANUM. Her eru dagførdar upplýsingar umframt stórar og góðar myndir av 343 skipum størri enn 12 bruttotons umframt upplýsingar um 263 bátar millum 4 og 12 bruttotons eru eisini við. Ein rættur kennari sær skjótt, at her er talan um eitt álítandi og dagført yvirlit.
Umfatandi leitiyvirlitið ger tað møguligt at finna fram ávís skip ella bátar útfrá ymiskum leitiorðum. Tað er einki at ivast í, at tann, ið eigur Skipalistarnar, eigur samstundis besta savnið uvir føroyska skipaflotan. Hetta er eitt savn, ið gerst ríkari fyri hvørt árið.
Havnir, aling og annað
Føroysku havnirnar eita eisini sítt pláss í SKIPALISTANUM. Her eru hentar upplýsingar og nógvar góðar myndir av havnunum.
Yvirlit yvir ali- og smoltstøðir er somuleiðis við umframt kort, ið vísir økið, har kolvetnisvirksemi fer fram í føroysku undirgrundini.
Til seinast, men ikki minst, er viðkomandi lógarsavn. Av lógum og kunngerðum í savninum kunnu nevnast: Kunngerð um bjargingarútgerð á opnum bátum, lóg um vinnuligan fiskiskap, kunngerð um veiðiloyvi, lóg og kunngerðir um grind, lóg um fuglaveiðu og fleiri aðrar.
SKIPALISTIN 2005
Vit hava her eina góða og henta bók við álítandi tilfari um skip, sjógv og tað, sum har til hoyrir. Tað er ikki uttan orsøk, at SKIPALISTIN gjørdist ein hin best umtókta bókin í Føroyum. Umframt dagligu nýtsluna, so er Skipalistin ein bókarøð, sum eigur sítt náttúrliga pláss á hvørjari bókahill, og sum eigur sín lut í dagliga virkseminum í sambandi við skip, bátar og sjógv, og einsini eitt søguligt verk, har lesarin kann leita sær upplýsingar og myndir um farnar tíðir. Manglar tann fyrsti í røðini, ber tíbetur enn til at bíleggja henda frá forlagnum.
Stórur dentur verður lagdur á, at innihaldið er álítandi og viðkomandi, og eru tí dagføringar av hesum altíð at finna í nýggju útgávuni. Lesarin vil eisini leggja til merkis, at fríðkað er um uppsetingina sum heild. Ikki heilt óvæntað er tað nýggi Finnur Fríði hjá Gøtumonnum, sum prýðir permuna í ár. Tað er einki at taka seg aftur í, at Skipalistin er hentur at hava.
Tað er Forlagið á Deild, sum gevur Skipalistan út. Skipalistin 2005 fæst um alt landið, og kostar 175 krónur heft og 240 krónur innbundin.




