Í samband við at danski Tjóðbankin hækkaði diskontoina við 0,25 % til 4,00 % tann 6. juni 2007 hevur sparikassin avgjørt at hækka rentuna.
Rentan á innlánum hækkar við 0,25 %.
Rentan á útlánum og kredittum hækkar við 0,50 %.
Somuleiðis verður rentan á vinnulánum, ið verða rentað í mun til Cibor rentuna hækkað við 0,25 %.
Orsøkin til at rentan á útlánum nú hækkar meir enn rentan á innlánum er, at rentan á innlánum hetta seinasta árið er hækkað meir enn útlánsrentan.
Rentuhækkingin verður gjørd við gildi frá mánadegnum 11. juni 2007.
Høvuðsrentustig sparikassans eru nú:
Heimlán 6,00 %
Billán 40 % útgjald 6,50 %
3 mðr. uppsøgn 3,50 %
12 mðr. uppsøgn 3,75 %
12 mðr. uppsøgn yvir 1 mió. 4,50 %
Eftirlønarkonti 4,50 %
Í samband við at sparikassin seinasta árið hevur ment seg við nýggjum deildum á Saltangará og í Tórshavn hátíðarheldur sparikassin tað við einum góðum innlánstilboði til kundarnar. Nýggja kontan verður almannakunngjørd hósdagin 14. juni.




