5. desember verður stór badmintonkapping í Klaksvík.
Kappingin verður skipa sum ein opin kapping, ið merkir, at øll eru vælkomin at luttaka, ung og vaksin.
Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð, verður stór badmintonkapping í Klaksvík. Klaksvíkar badmintonfelag, vanliga nevnt, KBF, ið verður vertur fyri kappingini, gleðist um at hetta er komið í lag, og kan longu nú boða frá, at áhugin at luttaka, tykist seg at vera stórur.
Kappingin verður skipað sum bólkaspæl í innleiðandi umfari. Eftir bólkaspælið verður leikt eftir kup leisti. At leika eftir kup leisti merkir, at bert vinnarin kemur víðari í kappingini, meðan taparin er úti av kappingini.
Tá so stórar kappingar skulu skipast, er neyðugt at hava góðar stuðlar. Til hesa kapping hevur tað eydnast KBF, at fáa eina av stóru fyritøkunum í Klaksvík, at verða høvðusstuðul, nevniliga Kjølbro Heilsøla. Sum nógv vita, so er eigarin av Kjølbro Heilsølu Jákup Mikkelsen. Jákup ella Biggi, sum vit nevna hann í Klaksvík, er gamal í gaðri, tá hugsa verður um badminton. Jákup var saman við fleiri øðrum góðum leikarum, í 1970’unum, við at seta Klaksvíkina og felagið ið tá var á Føroyakortið, sum eitt av teimum stóru feløgunum í badminton.
KBF vil hervið yvirtaka staffetina og vísa á, at badminton er komi aftur til Klaksvíkar, og við dyggum stuðlið frá Kjølbro Heilsølu, taka vit leygardagin 05.12.2009, eitt risa fet inn í framtíðina, sum eitt av feløgunum í Føroyum, sum altíð vil verða við á ovastu rók.
Tekning til Kjølbro Open, fer fram, við at senda teldupost til: mail@2improve.fo. Í teldupostinum skal skrivast navn og føðingardagur. Seinasta freist er týsdagin 01.12.2009. kl. 18.00.




