Leiðslan í KÍ harmast uppsøgnina, men hevur tikið hana til eftirtektar, stendur í tíðindaskrivi frá KÍ
– Eyðun hevur sum Formulavenjari gjørt eitt arbeiði fri KÍ seinasta árið, og samstarvið millum venjaran og ábyrgdarfólk í felagnum hevur verið fyrimyndarligt. Vit harmast, at venjarin hevur sagt seg úr starvinum, men vit virða hansara avgerð og ynskja honum alt tað besta í framtíðini. Vit vóna eisini, at Eyðun heldur fram at arbeiða á øðrum økjum í felagnum, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
– Tað eru fleiri orsøkir til, at eg havi tikið avgerðina um at gevast júst nú. Eg ynski Formulaliðnum og felagnum annars alt tað besta, og eg ivist ikki í, at Formulaliðið fer at sigla millum skerini og hevur kós ímóti einari spennandi framtíð, sigur Eyðun Klakstein.
Eyðun Klakstein hevur verið Formulavenjari hjá KÍ síðan mai mánað í fjør. KÍ leitar nú eftir einum nýggjum venjara til formulaliðið.




