Á fundi í Svínoy í dag hava umboð fyri undirritaðu kommunur røtt um felags áhugamál og samstørv, umframt fyrimunir og vansar av eini møguligari framtíðar kommunusamanlegging.
Talan er ikki um nakrar beinleiðis samráðingar, men var hetta ein fundur, har umboð fyri kommunustýrini bæði kunnaðu hvønn annan um viðurskiftini.
Eftir ein góðan og gevandi fund eru partarnir samdir um hvør í sínum lagi at umhugsa og lýsa møguleikarnar, og tá báðir partar eru tilreiðar til tess at hittast aftur á einum seinni fundi.
Mest týðandi og átrokandi evnið, sum varð viðgjørt á fundinum, og sum eisini er ein fortreyt fyri tættari tilknýti millum Klaksvík og Svínoy, er ferðasambandið til Svínoyar.
Svínoyar og Klaksvíkar kommunur eru fult samdar um, at skal oynni verða lív lagað, so má henda farleiðin bøtast munandi, soleiðis at bæði akfør og fólk lættliga og fleiri ferðir dagliga kunnu ferðast til og frá oynni.
Her hevur kommunustýrið í Svínoy ta greiðu støðu, at rætta loysnin fyri oynna er ein tunnil frá bygdini yvir í Havnina, har ein ferjulega eigur at verða gjørd. Haðani er siglingartíðin inn til Hvannasunds umleið 15 minuttir.
Ein slík farleið hevði gjørt tað møguligt hjá svínoyingum og øðrum verða búgvandi í Svínoy og hava arbeiði inn á meginøkinum, og tað sama tann øvugta vegin.
Tað má gerast púra greitt fyri landsmyndugleikunum og øllum Føroya fólki, at verður arbeiðið upp á hesa farleið ikki byrjað sum skjótast, so hon kann takast í brúk um heilt fá ár, so fer støðan í Svínoy bara at versna.
Undirritaðu kommunur eru tí á fundi í dag komnar ásamt um í felag at heita staðiliga á landsins myndugleikar um beinanvegin at seta í verk tær neyðugu forkanningarnar og fyrireikingarnar og at seta tann neyðuga peningin av á komandi løgtingsfíggjarlógum.
Svínoyar Kommuna
Eyðun Jacobsen
Klaksvíkar Kommuna
Steinbjørn O. Jacobsen




