Endamálið við hesi bókini, sum nú verður borin í hvørt hús í Norðoyggjum, er at veita borgarunum í Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum eina tænastu.
Hetta skal m.a. gera tað lættari at finna telefonfelagar, gera tað lættari at finna neyðuga kunning og hentar upplýsingar, og ikki minst at geva ein mynd av, hvat ein býur sum Klaksvík hevur at bjóða.
Bókin er 200 síður og inniheldur kunning um fyrisiting og deildir hjá kommununi, umframt kunning um kommunalar og almennar stovnar, kommunal umsitingarmál, tænastur og stovnar innan heilsu- og sosiala økið, skúlar og gransking umframt aðra kunning, ið hevur týdning fyri borgararnar í Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum.
Eisini ein telefonbók
bæði fyri FT og Kall.
Umframt kunningarpartin er bókin eisini ein telefonbók. Telefonbókin fevnir bæði um fastnet- og fartelefonnummur hjá bæði Føroya Tele og Kall. Telefonbókin fevnir um allar Norðoyggjar.
Eisini hevur hendan telefonbókin tann fyrimun í mun til vanligu telefonbókina, at Norðoyggjar ikki eru í einum, men at telefonfelagarnir eru skipaðir í bygdirnar, har teir búgva. Hetta ger tað munin lættari hjá fólki at finna fram til rætta viðkomandi í skjótari vend.
Lýsingarnar í bókini eru flokkaðar undir slag av virksemi, hetta ger tað lætt at finna, t.d. klædnahandlar, matstovur o.a.
Endamálið við bókini er at veita borgarunum í Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum eina tænastu, m.a. við at gera tað lættari at finna telefonfelagar, gera tað lættari at finna neyðuga kunning og hentar upplýsingar, og ikki minst at geva ein mynd av, hvat ein býur sum Klaksvík hevur at bjóða.
Bókin er tvær ferðir áður givin út, men hetta er fyrstu ferð, at hon samstundis er ein telefonbók.
Tað er Klaksvíkar kommuna, sum hevur latið bókina gera. Kunningar- og lýsingarstovan Cre8 hevur staðið fyri at savna upplýsingarnar, gjørt meginpartin av lýsingunum, umframt layout og umbróting.




