Uppskotið snýr seg um at broyta lóggávuna soleiðis, at fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar kunnu vera longur á arbeiðsmarknaðinum og hava arbeiðsinntøku afturat pensjónini, uttan at verða revsað fíggjarliga.
Við uppskotinum verður markið fyri regulering av pensjón og viðbót, tá pensjónistar hava lønarinntøku afturat pensjónini broytt soleiðis, at tað loysir seg fíggjarliga hjá fólkapensjónistum og fyritíðarpenjsónistum at taka lut á arbeiðsmarknaðinum.
Fyri Tjóðveldið, er uppskotið ein liður í einum heilt øðrum politikki, tá ræður um aktiva luttøku á arbeiðsmarknaðinum.
Við bøttari fólkaheilsu og longri livialdri er alneyðugt, at vit framyvir loyva og eggja fólki til at nýta sítt menniskjaliga tilfeingi innan arbeiðsmegina í Føroyum. Eitt tilfeingi, sum í dag ikki kemur til sín rætt orsakað av stirvnum almennum reglum.
Harafturat kann uppskotið eisini bøta nakað um ta aktuellu støðu, har alstórur tørvur er á arbeiðsmegi innan flestu vinnugreinar. Tjóðveldi hevur nógv dømi um, at nógvastaðni kring landið er væl skikkað arbeiðsmegi tøk millum pensjónistar, ið ikki kemur til sín rætt orsakað av stirvnu reglunum á pensjónsøkinum.
Á løgtingi 27. september 2007
Tingbólkur Tjóðveldisins




