Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Triathlon fyri lið

(Norðlýsið – Tíðindi)

Føroya Triathlon Felag skipar fyri liðkapping í triathlon komandi sunnudag. Kappast verður í sokallaða sprint trithlon-teininum.

Sunnudagin 15. oktober skipar Føroya Triathlon Felag fyri liðkapping í triathlon. Triathlon er samansett av trimum greinum, nevniliga svimjing, súkkling og renning, og tí verða tað trý fólk, ið manna eitt lið.
Tá kappast verður í sprint trithlon verður svomið 750 metrar, súkklað 20 kilometrar og runnið 6 kilometrar.
Føroya Triathlon Felag hevur fyrr skipað fyri slíkari kapping og undirtøkan hevur verið rættiliga góð tá.
Felagið vónar, at virkir og stovnar eisini fara at taka undir við tiltakinum, og stuttligt hevði verið um virkini kappaðust sín á millum, eins og tey gera Flaggdagin, tá Bragdið skipar fyri til Flaggsrenningini.
Tað verður kappast millum unglingar og vaksin, millum kvinnur og menn, og so verður eisini møguligt at kappast við blandaðum liði. Her kunnu tvær kvinnur og ein maður mannað lið, o.s.fr.

Leiðin
Kappingin verður í Havn, og svimjingin verður í Svimjihøllini í Gundadali. Tá svimjarin er liðugur skal hann/hon skunda sær úr hylinum og renna yvir til súkklaran. Hesin skal nú súkkla 20 km. Leiðin gongur frá svimjihylinum fram við Strond har vent verður um rundkoyringina við Skansan. Leiðin gongur nú sama við niðan til Rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, og hesin teinur skal súkklast tríggjar ferðir. Triðju ferð súkklarin er uppi við rundkoyringina við R. C. Effersøesgøut, skal hesin súkkla oman til Plantusøluna við Hvítanesvegin.
Rennarin á liðnum stendur og bíðar á parkeringsøkinum við Plantusøluna. Tá hesin hevur fingið elastikkið, skal hann/hon út á teir seks kilometrarnar.
Teinurin er frá parkeringsøkinum, niðan eftir Hvítanesvegnum, til vinstru eftir Skræddaragøtu, til vinstru eftir gongugøtuni aftan fyri Plantusøluna, og síðan aftur til vinstru út á Hvítanesvegin aftur. Hesin teinur er uml. 1 kilometur, og skal tí rennast seks ferðir.
Kappingin byrjar kl. 13.00 sunnudagin og allir luttakarar verða bidnir um at møta í seinasta lagi kl. 12.30.
Tilmelding kann gerast á staðnum, men eisini á heimasíðu felagsins, ið er www.triathlon.fo

Harleywoodpaint