Tað verður við hesum boðað frá, at kommunan eftir øllum at døma hevur mist meginpartin av pengunum, sum vóru settir á innlánskontu í donsku Fondsmeklarafyritøkuni Phoenix, og skal hervið verða greitt alment frá málinum.
29. mai 2002 varð fyrsta innskotið, áljóðandi Kr 160.000,- setta á kontu hjá Phoenix, og 25. august 2003 varð upphæddin hækkað til Kr 1.000.000,-
Upplýsast skal, at innlán upp til ca. Kr 160.000 eru tryggjað. Eftir hvat skilst á fjølmiðlunum er talan um svik og skjalafalsan í hesum sambandi gjøgnum fleiri ár, sum hvørki grannskoðarafyritøkan ella danska ella týska fíggjareftirlitið eru komin eftir.
Kommunan metir seg í hesum máli at hava gjørt alt neyðuga forarbeiðið sum skal til fyri at tryggja, at pengarnir vóru í tryggum hondum. Váttan er fingin til vega frá Finanstilsynet, um at felagið er skrásett og hevur loyvi at reka fondsmeklaravirksemi í Danmark. Somuleiðis er felagið grannskoðað av altjóða grannskoðarafelagnum KPMG, ið er sama samtak, sum grannskoðar eitt nú Klaksvíkar Kommunu og Føroya Banka.
Seinnapartin av 1990´unum byrjaði at ganga betur hjá kommununi, og tað sást aftur á likviditets-síðuni.
Sum úrslit av hesum, setti kommunan í 1999 gjøgnum Føroya banka ca. 10 mió. kr. í virðisbrøv, ið vóru útgivin av Føroya Landsstýri, Danska Statinum, Nykredit og Realkredit Danmark, og hetta gav kommununi eina hægri rentu enn fyri vanligt innlán.
Inntøkurnar hjá kommununi hildu á at hækka, og likviditeturin batnaði alsamt. Tilboð vórðu útvegað frá Norðoya Sparikassa, Føroya Banka, Føroya Sparikassa og Kaupthing Føroyar, og tann stovnur, sum kom við frægasta tilboði, fekk innlánið.
Ein av fyritøkunum, sum eisini bjóðaði seg fram, var danska fyritøkan Phoenix, og teir vístu m. a. yvirlit yvir rentur, sum teir hava givið innlánum seinastu árini.
Kommunan var varin og vildi ikki taka støðu til tilboðið beinanvegin. Eftir at hava hugt tilfarið ígjøgnum og fingið staðfest, at felagið var undir Fíggjareftirlitinum eins og føroysku peningastovnarnir, og at roknskapurin var grannskoðaður av altjóða grannskoðarafyritøku, og at innskot upp til kr. 160.000 var tryggjað, varð málið lagt fyri fíggjarnevndina sum ein munnlig kunning um, at kr. 160.000 blivu fluttar til Phoenix.
Tá innskotið til Phoenix verður hækkað til 1 mió. kr., eru innlánini í Føroya Banka og Norðoya Sparikassa ávikavist 14,0 mió. kr. og 8,8 mió. kr. og 0,9 mió. kr. í virðisbrøvum. 14 dagar seinni verða 3 mió. kr. fluttar frá kassakredittinum til Kaupthing, og sostatt hevði kommunan áleið 25 mió. kr. í likviditeti, tá innskotið í Phoenix varð hækkað til 1 mió. kr..
Áðrenn peningur varð fluttur, vórðu fleiri kanningar gjørdar um felagið, og niðurstøðan var, at hon hevði gott orð á sær, og at nógvar fyritøkur í Føroyum høvdu innlán har.
Grannskoðari kommununnar hevði heldur ikki nakað at viðmerkja hvørki í samband við minna innlánið í 2002 ella tá upphæddin varð hækkað í 2003. Í hesum førinum varð fíggjarnevndin eftirfylgjandi kunnað um málið.
Upplýsast skal eisini, at samlaða innistandandi við árslok 2002 og 2003 var upp á ávikavist 48,2 mió. kr. og 41,8 mió. kr., og tá er kommunali kreppulánsgrunnurin íroknaður.
Grein 42 í kommunustýrislógini sigur, at:
· Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll peningaogn hjá kommununi er goymd á tryggan hátt.
· Stk. 2. Peningaognir skulu setast í peningastovn, á postgiro ella í tílík lánsbrøv, ið nýtt verða, tá ið um ognir hjá ómyndingum ræður, so tær geva sum mest av sær.
· Stk 3. Virðisbrøv skulu hava átekning um, at tey eru ogn hjá kommununi, og at eingin hevur ræði á teimum uttan samtykt kommunustýrisins. Um til ber, skal átekningin verða skrivað í bók hjá viðkomandi stovni.
Kommunan metti, at innistandandi í Phoenix var í tryggum hondum og at meta við innlán í peningastovni, tí stovnurin er undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum, ið er sama eftirlit, sum føroyskir peningastovnar eru lagdir undir, og harafturat er ein garantiordningur tengdur at innláninum.
Vert er at hava í huga, at tað ikki er orsakað av tí skipaða virkseminum hjá Phoenix, at hesin missur er íkomin, men av tí at svik og skjalafalsan er framt ímóti felagnum, sum hevur ført við sær, at stórar upp-hæddur eru horvnar, og við hesum hevur kommunan mist meginpartin av innskotinum, og enn ber ikki til at siga, hvussu nógv verður í kommununnar part, tá endaliga búuppgerðin fyriliggur.
Klaksvíkar Kommuna harmast almikið um hesa sera óhepnu hending.
Klaksvík tann 16. mars 2005
vegna Klaksvíkar Býráð
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




