Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Visjón 2015 á Norðurbryggjuni

(Norðlýsið – Tíðindi)

Stórt visjónstiltak verður á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, mánakvøldið 30. oktober.

Hvat er Visjón 2015?
Hvat verður gjørt fyri at røkka visjónini?
Hvønn leiklut hevur tú?

Kom og lurta og kjakast og gev títt íkast til Visjón 2015 á Bryggjuni

Mánakvøldið 30. oktober.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og fleiri landsstýrismenn vera við.

Kl. 17.30: Uni Reinert Debess spælir og syngur. Føroyskt ábit verður at fáa.

Kl. 18.30: Løgmaður setur Visjónstorgið á Bryggjuni.

Framløgur og kjak um evnini “Íverksetan” og “Gransking, menning, og nýskapan”.

Løgmaður og landsstýrismenn umrøða visjónina og dagsins støðu í Føroyum. Og vit spyrja:

“Hvat skulu Føroyar kunna bjóða tær, um tú skalt flyta heimaftur?”

Tilmelding hjá Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, tlf.: +45 32 83 37 70,

tpa: bjorgh@tinganes.fo í seinasta lagi hósdagin 26. oktober 2006.


Hvat er Visjón 2015?
“Visjónin er, at Føroyar í 2015 vera millum bestu lond at virka og liva í. Skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt við greiðum og framsóknum ætlanum. Tað er tað, vit vilja við Visjón 2015. Og vit ynskja, at hvør einstakur gevur sítt íkast”, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

SKRÁ:

Visjóntorg á Bryggjuni, mánadagin 30. oktober 2006

Byrjað verður kl. 17.30 við ábiti og livandi tónleiki við Una Reinert Debess


Kl. 18.30    Jóannes Eidesgaard, løgmaður, setur Visjónstorgið


Kl. 18.45    “Mál fyri íverksetan”
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum
Kitty May Ellefsen, forkvinna í strategibólkinum fyri íverksetan

Kjak

Kl. 19.25    “Mál fyri gransking, menning og nýskapan”
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Petur Petersen, formaður í strategibólkinum fyri gransking, menning og nýskapan

Kjak

Kl. 20.10     Kaffisteðgur


Kl. 20.30    Føroyar nú:

Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, røðir um búskaparstøðuna og hvørjar raðfestingar eiga at verða gjørdar við atliti at Visjón 2015

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, røðir um familju- og bústaðarpakkan við atliti at Visjón 2015


Kl. 20.40    Kjak: Hvat skulu Føroyar kunna bjóða tær, um tú skalt flyta heimaftur?


Kl. 21.00    Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tekur samanum


Orðstýrari verður Bjørt Samuelsen


Tilmelding hjá Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, tlf.: +45 32 83 37 70,
teldupost: bjorgh@tinganes.fo í seinasta lagi hósdagin 26. oktober 2006.