Vísumenn spæla forvitnisliga konsert í LÍFhúsinum í Leirvík leygarkvøldið 24. juni klokkan 19.30.
Á konsertini fara vit at hoyra tættir og vísur, sum viðgera mong ymisk lívsins viðurskifti, heilt frá barnauppaling og grindadrápið til drykkjuskap, og sum oftast verður skemtið brúkt til at siga nakrar sannleikar. Eisini verða onkur løg hjá m.a. Bob Dylan, Leonard Cohen at hoyra, umframt skotskur og írskur fólkatónleikur.
Vísumenn eru:
Hans Hjalti Skaale, sum er 34 ára gamal vísusangari úr Klaksvík. Hans Hjalti kann av røttum sigast at vera skapandi kreativur- bæði í sínum dagliga yrki sum lendisgartnari hjá Klaksvíkar Kommunu og í síni frítíð við sínum beinraknu og væl framførdu skemtitættum. Teir skrivar hann saman við vinmanninum, Andriasi Justesen og Hans Hjalti framførir tættirnar á palli. Hans Hjalti er eisini kendur úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag og sum høvuðsmaður í fólkatónleikarabólkinum Vísumenn. Hóast dúgliga hevur verið yrkt, spælt og sungið í mong ár, er enn eingin fløga komin, hóast sangir sum Ein tubbakstáttur og Sjey drykkjunætur hava verið nógv at hoyra í útvarpinum.
Eyðun Nolsøe man vera best kendur sum bassisturin úr Hjarnar, men hevur verið við í fleiri øðrum samanhangum eisini. M.a. hevur hann spælt nógv saman við Anfinni Nielsen og í mongum studio upptøkum úr Pegasus. Eyðun er sera kringur instrumentalistur. Í Vísumonnum leikar hann mest á sera vælljómandi Martin guittara sín. Eisini spælir hann á tólvstreingjaða guittar, ukulelu og bass.
Karl Martin Samuelsen man vera alkendur millum føroyingar sum ein hin fremsti sangari í sínum ættarliði. Hann hevur sungið alt frá rock, popp yvir í klassiskt og sum kórsolistur. Karl Martin hevur verið at hoyrt á mongum plátu- og fløguútgávum, eitt nú: Hjarnar, JoKa og Karl Martin og Margreta. Við vísumonnum hevur hann rútmusektiónina um hendur, umframt at syngja kór. Karl Martin syngur eisini fleiri av sínum meiri fólksligu sangum.
Til nøkur av løgunum hjá Vísumonnum spælir Jonna Sjúrðaberg floytu.
Leygardagurin 24. juni er árligi LÍF-dagurin. Tey yngstu liðini byrja klokkan 8.30 at spæla dystir. Dystir eru allan dagin. Klokkan 12 spæla 3. deildarliðini hjá LÍF og GÍ. Klokkan 15 verður so landskappingardystur í 1. deild millum LÍf og SÍ. Hendan dagin eru eisini onnur tiltøk fyri børn á økinum við fótbóltsvøllin. Talan er t.d. um skreiðibreyt, hoppiborg, el-drivnir bilar, fiskidammur og leikatombola. Sum vanligt er LÍF-dagin verður møguleiki at keypa pizza og stoktar pylsur v. breyð.
Konsertin við vísumonnum er endin á samlaða tiltakinum. Atgongumerkir à 100,- kr fáast til keyps í LÍF-húsinum undan konsertini. Konsertin byrjar kl. 19.30 (stundisliga). Kaffi og kaka verður at fáa. Aldursmark 14 ár.




