Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Ziskablaðið útkomið

John Færø

Skúlastýrið við skúlan á Ziskatrøð gevur fyri aðru ferð Ziskablaðið út.

Ziskablaðið inniheldur kunning til foreldur og onnur í vara av skúlanum á Ziskatrøð. Har verður millum annað greitt frá um fyrsta virkisárið hjá  skúlastýrinum og virksemið á skúlanum í hesum skúlaárinum.
Í eini áheitan á foreldrini um at viðvirka til at gera skúlan betri, stendur millum annað:
“Umboð foreldranna í Skúlastýrinum røkja ein part av hesari uppgávuni, men umframt hesa umboðan er tørvur á, at tit foreldur gera vart við viðurskifti, tit eru ónøgd við, koma við uppskotum um tiltøk, broytingar og annað, ið liggur tykkum á hjarta. Skúlastýrið kann eftir áheitan frá tykkum taka øll mál upp til viðgerðar, ið ikki beinleiðis eru tengd at dagligu leiðslu og umsiting skúlans. Øll mál, ið hava týdning fyri trivnað og umstøður hjá næmingunum, flokkunum og skúlanum sum heild.”
Olga Biskopstø, skúlastýriðsformaður,  metir tað hava stóran týdning at kunna foreldrini um virksemi hjá stýrinum og viðurskiftini á skúlanum. Á tann hátt kunnu foreldrini betur taka lut í og ávirka menningina av skúlanum.
Blaðið verður latið øllum næmingunum at hava heim við. Eisini liggur blaðið frammi á m.a. bókasavninum.

Harleywoodpaint