Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi av sjónum

John William Joensen

Sundaberg
sum er í russiskum sjógvi í Barentshavinum hevur havt góðan fiskiskap, síðani hann fór av Klaksvík 5. juni.
Leygardagin vóru teir inni í Båtsfjørðinum eftir pakningi. Arbeiðssteðgur var, tá Sundaberg fór av Klaksvík og tí fekst eingin pakkningur her tá.
Nú júst fýra vikur síðani Sundaberg fór av Klaksvík, hava teir um 360 tons av flaki inni.

Sjúrðarberg
fór at sigla heim av Flemish Cap við 500 tonsum av ídnaðarrækjum. Prísurin á rækjum er sera vánaligur í løtuni og útligini fyri hækkandi prísum eru vánalig.
Sjúrðarberg hevur verið góðar tveir mánaðar burtur, nú hann kemur aftur á Klaksvík.

Nógvur fiskur vánaligur prísur
Frá útróðrarbátunum og línubátunum undir Føroyum frættist frá nógvum fiski, men sera vánaligum fiskaprísum. Klakkur landaði góð 100.000 pund í síðstu viku, ímeðan Polarstjørnan hevði 80.000 pund.
Helena og Turið eru undir Íslandi á kalvaveiðu. Turið hevur verið har yviri í útivið ein mánað, ímeðan tað bert er ein vika síðani Helena fór av Klaksvík. Tað frættist frá vánaligum kalvafiskiskapi undir Íslandi í løtuni.