KÍ og Rógvi eru blivin samd um at enda sáttmálan teirra millum nú um ársskiftið, sum er 2 ár fyrr enn upprunaliga ætlað.
KÍ og Rógvi eru blivin samd um at sáttmálin, ið annars skuldi ganga til ultimo 2010, gongur út 31. desember 2008, skrivar KÍ á almennu heimasíðu sínari.
Víðari skrivar www.ki.fo soleiðis í stuttu fráboðanini:
– Døpru fíggjarligu útlitini í Føroyum og ikki minst í Norðoyggjum merkjast eisini í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
– Leiðslan arbeiðir í løtuni við at tryggja felagnum haldgóðan rakstur framyvir.
– Í hesum sambandi hava leiðslan í KÍ og Rógvi verið í samráðingum síðstu tíðina og eru komin ásamt um at steðga sáttmálanum frá á nýggjárinum at merkja.
Sostatt er nú líkt til, at leiðirnar hjá KÍ og Rógva skiljast á hesum sinni – í øllum førum í tí líki, sum samstarvið higartil hevur verið.
Tað var sjálvandi sera stórur spenningur um heimkomu Rógva til KÍ úr Noregi fyrr í ár, men áhaldandi trupulleikar av skaða hava avmarkað leiklut hansara á KÍ-liðnum í ár.




