Ólavur Sjúrðarberg, varaskúlastjóri, heldur røðu, og Kl. Hornorkestur spælir, tá ið jólatræið í Árnafirði verður tendrað hósdagin kl. 17:30, á Trøllanesi kl. 19:30 og í Mikladali kl. 20:30.
Nú styttist av álvara til jóla, og hósdagin tann 11. desember verða tey almennu jólatrøini í Árnafirði, á Trøllanesi og í Mikladali tendrað.
Klaksvíkar Hornorkestur, sum í eitt mannaminni hevur givið hundraðtals tiltøkum her í økinum sín heilt serliga dám og hugna, verður við til hesi tiltøkini við hugnaligum jóla-horntónleiki.
Í ár fer Ólavur Sjúrðarberg, sum er varaskúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð, at halda røðu í sambandi við hesi trý hátíðarhaldini, sum verða hesar tíðir hósdagin og út á hóskvøldið:
Tendra í Árnafirði kl 17.30
Tendra á Trøllanesi kl 19.30
Tendra í Mikladali kl 20.30




