Fyrsta útlutingin av grundstykkjum Millum Hjalla er nú farin fram. Hetta hendi í býráðshøllini mikudagin tann 12. juli 2007.
Heimasíða Klaksvíkar Kommunu boðar frá, at borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen byrjaði við at greiða teimum, ið vóru møtt til útlutanina, frá um útstykkingina millum Hjalla.
Millum Hjalla eru 47 grundøkir, ið øll eru um 500 fermetrar til støddar. Kostnaðurin fyri fermeturin er 380 kr, sostatt fer hvørt stykki at kosta um 190.000 kr.
Byggibúningin fer fram í løtuni og væntast liðug um árskiftið. Tá skuldi verið klárt hjá eigarunum at fara í gongd við útgrevstur og planering.
Hóast 47 grundøkir vóru at útluta, vórðu ikki øll útlutað mikudagin. Hetta er helst tí, at skotbráið, ið fólk fingu, ikki var so langt, og tí kundu nøkur ikki vera við í lutakastinum.
Fleiri eru helst farin burtur í summarfrí, og onnur eru ikki komin heim til Føroyar. Men stórur partur av grundøkinum var útlutaður, og eru tey spjødd út á alt økið millum Hjalla.
Sum skilst vóru fólk nøgd við lutakastið.
Av tí at ábyrgdarpersónarnir á Teknisku Umsiting fara í summarfrí, hendir ikki meira í hesum málinum fyrr enn í august-september. Tá verður aftur ein útlutan fyri tey grundøkir, ið eftir eru millum Hjalla. Brøv verða tá send teimum, ið kunnu taka lut í lutakastinum, skrivar www.klaksvik.fo.




