Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Klaksvíkar Býráð: Komandi býráðslimir & borgarstjóri fyrireika seg

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Mikudagin kallaði komandi borgarstjórin, Gunvá við Keldu, saman til ein kunningarfund fyri býráðslimirnar, sum taka við 1. januar 2009.

Endamálið við hesum fundinum var at geva komandi býráðnum eina fyrstu kunning um umstøður, lógargrundarlag, mannagongdir, málsøki, fíggjarstøðu o.s.fr. hjá kommununi, sum tey tann 1. januar 2009 taka ábyrgdina av.

Gunvá við Keldu, komandi borgarstjóri, beyð vælkomið, greiddi frá skrá og endamáli við fundinum og gav síðan orðið til deildarleiðararnar í býráðsumsitingini, sum síðan fingu høvi til at greiða stutt frá teirra deildum og málsøkjum.

Umframt at fáa nakað av tilfari at seta seg inní nýttu býráðslimir hetta høvið til at seta spurningar og annars gera viðmerkingar.

Givið er, at tað hjá nývaldum býráðslimum er so nógv at seta seg inní, at tað gerst ikki við einum fundi.

Tað er eisini ein fastur táttur við byrjan av hvørjum valskeiði, at kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya (KSF) skipa fyri einum skeiði fyri býráðslimir, har teir fáa eina meira gjølliga kunning um lógir og reglur fyri tær føroysku kommunurnar.

Tað frættist úr kommununi, at hetta skeiðið verður tíðliga í komandi ári.

Limakommunurnar í KSF eru Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Fuglafjørður, Sandur, Tvøroyri og Vágur, og hetta er tí eisini eitt gott høvi hjá býráðslimum og borgarstjórum at koma at kenna hvønn annan og at tosa um felags áhugamál.